Føðideildin á markinum

Starvsfólkini á føðideildini angra, at tey fóru undir at savna inn pening til viðlíkahald á deildini. Tað er ikki loyvt at skipa fyri almennari innsavning uttan við loyvi frá fútanum, men tað hava tey ongantíð biðið um. Fútin tekur kortini ikki málið upp, tí hann heldur talan var um biddarí heldur enn eina almenna innsavning

Eldur kom í skálan, tá starvsfólk á føðideildini í síðstu viku sendu bræv út til fyritøkur kring landið við eini umbøn um at styðja teimum at fríðka um niðurslitnu deildina. Í brævinum biður ein starvsfólkaarbeiðsbólkur um stuðul til viðlíkahald og ábøtur á deildini. Peningurin skuldi brúkast til nýggjar gardinur, radio og veggjaprýði.
Starvsfólkini ætla at bøta um umhvørvið á øllum sjey stovunum á føðideildini, og arbeiðið skal gerast av fakfólki, skriva tey í brævinum. So kom rok í. Umbønin fekk beinanvegin politikarar at gera sær dælt, og bæði sjúkrahússtjórin og landsstýrismaðurin við heilsumálum kendu seg noyddar at tala at sínum undirsáttum.
? Tað var ongantíð meiningin at fáa eld í. Starvsfólkini her skilja væl, hvussu leiðslan raðfestir, og hendan innsavningin var hvørki ætlað at vera vend ímóti leiðsluni ella ímóti politikarum. Hetta var bara ein roynd at taka í egnan barm og sjálv gera okkurt fyri at fáa eitt hugnaligari umhvørvi, sigur Sonja Andersen, deildarleiðari á føðideildini.
Ætlanin var at skava 80.000 krónur saman, men tað ber ikki til at fáa upplýst, hvussu fólk og fyritøkur hava tikið ímóti umbønini, og um nakað er komið inn.

Einki loyvi
Starvsfólkini á føðideildini hava ikki hugsað sær til, hvørjar avleiðingar óseka brævið fór at fáa. Tey hava eftir øll at døma heldur ikki hugsað um, at tey hava ferðast á markinum fyri, hvat er loyvt.
Ein lóg frá 1934 fyriskipar nevniliga, hvussu tú kanst skipa fyri almennum innsavningum. Tað er bert loyvi at fara undir almennar innsavningar av peningi, um tú fyrst hevur biðið um loyvi frá fútanum. Tað hava starvsfólk á føðideildini ikki gjørt.
Í lógini stendur eisini útgreinað, hvat er at skilja sum almenn innsavning. »En indsamling anses som offentlig, når opfordring til at yde bidrag rettes til andre end personer, der er indbyrdes personlige bekendte eller har særlig tilknytning til personer eller institutioner, til fordel for hvilke indsamlingen sker«.
Greitt er, at brøvini ikki bara eru farin til kenningar ella stovnar, ið hava serligt tilknýti til barnadeildina, og tí kundi bent á, at innsavningin kemur undir reglurnar í lógini.

Biddaðu pening
Fútaskrivstovan kemur kortini føðideildini til hjálpar og lovar einki at gera við málið. Finn Ougaard varafúti, sum hevur slík mál um hendi, váttar, at føðideildin ikki hevur biðið um loyvi, men tað heldur hann heldur ikki, at hon átti at gjørt.
? Umbønin er vend ímóti heilt ávísum persónum, sum tey vita, hvør er. Hetta er meira at at líkna við at bidda um pengar, og tað er ikki tað sama sum ein almenn innsavning. Ein almenn innsavning er at biða alment øll um at geva pening til okkurt ávíst endamál. So vit umhugsa als ikki at taka hetta málið upp, sigur Finn Ougaard, varafúti.

Ein læripengi
Starvsfólkini hava ikki skonkt tí ein tanka, at tey vóru á markinum til lógina, og tey ætlaðu heldur ongantíð at fara aftur um ryggin á leiðsluni.
? Hetta varð púra misskilt, og vit kunnu øll læra av hesum. Ætlanin var bara at hugna um hjá mammunum og nýfødda barninum. Hinvegin, so hevur hetta reist eitt gott kjak, og óivað koma nú leiðreglur fyri, hvat er loyvt og ikki at stuðla á einum sjúkrahúsi, sigur Sonja Andersen.