Fái U-landsliðini aftur

Lotte Sørensen er ein av fleiri, sum hevur eina avgjørda meining um menningina av føroyskum hondbólti. Ungu leikararnir skulu hava spennandi avbjóðingar

Hondbóltstos

Síðani hon kom til landið og fram til seinastu dystirnar í fjør, hevur Lotte Sørensen verið at rokna millum fremstu kvinnuligu leikararnar í landinum. Og tó at skaðin, sum hon tá fekk, hevur sett ein fyribils steðg fyri spælinum á vøllinum, so man hon framvegis teljast millum virknastu hondbóltsvenjararnar í landinum. Hjá Kyndli hevur hon havt ábyrgdina av stórum parti av ungdómsarbeiðinum, og eisini var hon í fleiri ár knýtt at arbeiðinum við ungdómslandsliðunum í hondbólti. Eitt arbeiði, sum nú er steðgað.

Ein skandala
Og júst hetta, at U-landsliðini liggja óvirkin, heldur Lotte vera einki minni enn eina vanlukku fyri føroyskan hondbólt.
- Sjálv ivist eg ikki í, at hetta er størsta skandalan, sum er hend fyri føroyskan hondbólt. Nú var eg sjálv við í hesum arbeiðinum í fýra ár, og eg haldi eisini, at vit gjørdu risa-stór framstig. Fyrstu árini vóru vit at kalla hvørja ferð fyri stórtapum, men úrslitini batnaðu munandi, og tá vit fyri tveimum árum síðani vóru í Hollandi við U-18 liðnum, var um reppið at vunnu ein dyst. So er spurningurin sjálvandi, hvørji mál tú skalt seta tær, men í okkara føri haldi eg, at vit gleddu okkum til løtuna, har fyrstu stigini kundu koma.
- At hetta arbeiðið er parkerað fyribils merkir so eisini, at menningin hjá leikarunum partvíst steðgar. Sum minstakrav átti talan um ikki annað at verið um eina U-21 kapping.

Gevast
Tað hevur ofta verið havt a munni, at um leikarar ikki á ungum árum verða brýndir til altjóða kappingarnar, so eru vit eftirbátar, tá talan gerst um A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, men sjálv heldur Lotte, at støðan er nógv meira álvarslig enn sum so.
- Vit koma at standa í teirri støðu, at leikarar gevast, áðrenn tey nakran tíð koma so langt sum til A-landsliðið, sigur hon, og sipar her til, at uttan tær avbjóðingar, sum t.d. u-landsliðini geva, er skjótt, at fleiri evnarík ítróttarfólk finna sær aðrar og meira spennandi avbjóðingar enn tær, sum hondbólturin kann geva.

Kostnaðurin er undanførsla
Eitt av argumentunum, sum hevur verið at hoyrt í kjakinum um U-landsliðini er, at týdningurin av einum A-landsliði er størri, tí hetta er tað, sum skal skapa áhugan. Henda fatanin stendur so mótvegis øðrum, sum vilja vera við, at uttan U-landsliðini er als ikki grundarlag fyri einum A-landsliði.
Hvørt av hesum hevur størri týdning, tykist Lotte ikki vilja leggja seg úti, men hon staðfestir tó, at tað ikki eigur at vera fíggjarliga grundarlagið, sum er orsøkin til, at tað bert verður satsað upp á annað av hesum.
- Av seinasta roknskapinum hjá Hondbóltssambandinum framgekk, at samlaði kostnaðurin av U-18 kvinnulandsliðnum ikki var meira enn tað, sum ein venjingarlega hjá A-landsliðnum til Grønlands kostaði. Sjálvandi er ymist ? alt eftir mótstøðulondunum ? hvat luttøkan í ymsu kappingunum kostar, men at nýta so stórar ressourcir til nakrar venjingardystir hjá manslandsliðnum. Tað er í meira lagi, heldur hon.
Og so heldur hon eisini at enda, at Hondbóltssambandið fyrst og fremst má gera upp við seg sjálvt, hvat endamálið við landsliðsarbeiðinum skal vera.
- Vit kunnu til dømir skeita at fótbóltslandsliðnum. Har hevur tað tikið 10-15 ár at komið upp til støðið, sum liðið hevur í dag. Og tað er einki at ivast í, at HSF noyðist at hugsa eins langsiktað. Arbeiðið við at menna hondbóltin er ikki nakað, sum bara tekur eitt ár ella tvey, og tað hjálpir heldur einki, at arbeitt verður í eitt ár og síðani steðgað í tvey. Tað krevur drúgt og støðugt arbeiði, um vit skulu koma nakran veg. Somikið einfalt er tað, sigur Lotte Sørensen at enda.