Fáið semju í lag

Foreldraráðini á dagstovnunum á Argjum vilja við hesum skrivi heita á partarnar um alt fyri eitt at fáa eina semju í lag. Vit meta, at henda støðan ikki longur er livilig, hvørki fyri starvsfólk innan námsfrøðiliga økið, foreldur og eina mest børn okkara.
Væl vitandi um, at uppgávurnar á stovnum er vorðnar alsamt fleiri og størri, halda vit, at við hesari ábyrgd eigur at fylgja fyrireikingartíð og løn. Neyðugt er at fáa eina avtalu um hesi viðurskifti og fáa eina nøktandi loysn í lag. Eina skipaða loysn, ið kemur øllum til góðar. Allar mest børnum okkara.
Vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, ið framt verður úti á stovnunum, har ið børnini eru meginpartin av degnum. Fyri at røkta starvið til fulnar er neyðugt við einari fastari og haldgóðari skipan um fyrirreikingartíð, og sjálvsagt skal lønin fylgja við.
Vit ynskja, at partarnir hava hetta í huganum, tá ið teir aftur fara til samráðingarborðið. Ein endi má fáast á hesum drúgva arbeiðssteðgi. Hetta er ein fíggjarligur smeidtur hjá mongum, ið ikki kunnu fara til arbeiðis.
Vit vilja heita á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at taka um endan og steðga hesari trætuni. Á henda hátt vísa virðing fyri foreldrum og børnum okkara.
--------------------------

Vegna Foreldraráðini á
Dagstovninum á Hamrinum
Dagstovninum á Argjum
Dagstovninum í Løkjatúni