Fái ikki sagt meira um málið

- Kanningarnar gera, at eg ikki fái úttalað meg víðari um málið, tá ein 12 ára gomul genta var fyri kynsligum ágangi frá einum lærara

Tað sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, sum fram til 1. apríl eisini virkar sum kriminalovasti, nú Bergleif Brimvík avspákar, inntil hann fer frá 1. apríl.
Jón Klein Olsen sigur, at talan er um eitt eymt mál, og at hann tí má ansa eftir, hvat kemur út til almenningin, og hvat kann ávirka kanningina.
- Talan er um eitt gamalt mál. Ein lærari er skuldsettur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina tá 12 og 13 ára gamla gentu. Hetta var afturi í 2008 og 2009, sigur Jón Klein Olsen.
Hendigarnar fóru fram á einum skúla í Tórshavnar kommunu hesi árini, men hendingarnar vórðu ikki meldaðar fyrr enn í desember í fjør.
Lærarin er sjúkrameldaður, meðan málið verður kannað. Politiið hevur fleiri avhoyringar eftir at gera,og kanningarnar fara at taka nakað av tíð.
Gentan er í dag 17 ára gomul.