Fyri einari viku síðani fekk ÍF meiri enn annað beinið inn um gáttina til bestu deildina, og í dag vunnu fuglfirðingar trý stig aftrat. Tað ber við sær, at nú tað resta fýra umfør hevur ÍF tryggjað sær uppflyting.
Tað eru tólv stig aftur til B68, sum er á fjórða plássi. Málmunurin hjá ÍF er +46, og hjá B68 er hann +19.
Í dag vóru tað grannarnir í Eysturkommunu og Víkingi, sum vitjaðu í Fløtugerði.
Tað gekk javnt á, og ÍF skoraði einasta málið, tá ið tað restaðu tveir minuttir.
Málskjútti var 20 ára gamli Jóhan Petersen, sum av álvara hevur fingið høvdið fyri seg í ár. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og í 88. minutti skoraði hann sigursmálið. Hetta var sætta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
ÍF hevur 54 stig og er topplið. Víkingur hevur 32 stig og er á fimta plássi.
Um eina viku fær ÍF vitjan av KÍ, sum fuglfirðingar leingi hava kappast um gullkrónurnar við.
Víkingur fær um eina viku vitjan av HB.