TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við Jákup Mikkelsen, sum er annar av venjarunum hjá ÍF. Fyrr í kvøld sá Jákup Mikkelsen sínar menn tapa 0-1 ímóti Skála á útivølli.
Jákup Mikkelsen heldur, at ÍF í dystinum ímóti Skála í kvøld, og í dystinum ímóti TB farna sunnudag átti at hava fingið meir burturúr enn bara eitt stig. Og tað er eyka ergiligt, tí við betri úrtøku kundi ÍF ligið á einum evropeiskum plássi í effodeildini nú.
Samlað er Jákup Mikkelsen hampuliga væl nøgdur við úrtøkuna í fyrru helvt av kappingini.
Í samrøðuni verður eisini nomið við fyrsta landsdystin hjá Zlatan Ibrahimovic, sum var millum Svøríki og Føroyar 31. januar í 2001. Jákup Mikkelsen bjargaði brotsspark, og Føroyar fingu javnleik 0-0. Í vikuni spældi Zlatan sín 116. og seinasta landsdyst fyri Svøríki, tá svenskarar í bólki E taptu 0-1 ímóti Belgia.