Fuglfirðingar liggja í løtuni aftast í Effo-deildini. Ein stórur trupulleiki hevur verið, at felagið ongan áleypara hevur hvat. Nú hevur felagið knýtt Frederik Selch Poulsen at hópinum. Hann hevur frá danska felagnum, Vejgaard.
Les eisini: ÍF fær nýggjan áleypara
ÍF hevur hesar seinastu vikurnar havt danska áleyparan, til royndarvenjing. Hon gekk so mikið væl, at danski áleyparin nú hevur gjørt sáttmála við ÍF.
Sostatt skal Frederik Selch Poulsen vera maðurin, ið skal loysa álopstrupulleikarnar í Fuglafirði. Upprunaliga var annars ætlanin í ÍF í ár, at Clayton Soares og Adeola Runsewe skuldu kappast um álopsplássini, men í báðum førunum vóru tað vantandi arbeiðsloyvi, ið gjørdu, at teir ikki fingu spælt.
Frederik Selch Poulsen kann longu spæla sín fyrsta dyst fyri ÍF sunnudagin, tá ÍF spælir á heimavølli móti EB/Streymi. Flytingargluggin í føroyskum fótbólti opnaði nevniliga hósdagin aftur, men úr Fuglafirði verður sagt, at enn mangla onkrir smálutir at koma upp á pláss.










