ÍF hevur bestu kortini

Í kappingini hjá monnum eru framvegis silvurkrónurnar at kappast um.

Bæði hjá kvinnum og monnum verður seinasta umfar í flogbóltskappingini leikt leygardagin. Hjá monnum er longu greitt at ÍF er greipuvinnari, meðan í kappingini hjá kvinnum verður onki avgjørt fyrr enn seinni í dag.

IF best fyri
ÍF-kvinnurnar fáa vitjan av botnliðnum KÍF, og tað er snøgt sagt ein dystur sum oddaliðið eigur at vinna. Kvinnurnar hjá ÍF hava aldrin áður vunnið meistaradeildina, men seinni í dag hava tær ein gyltan møguleika at vinna fyrsta meistaraheitið felagsins.

Í Klaksvík fær Mjølnir vitjan av Fleyr. Klaksvíkskvinnur hava framvegis møguleikan at vinna meistaraheitið, men so krevst at ÍF snávar ímóti KÍF.

Mjølnir hevur ikki vunnið meistaraheitið, síðan 2000, og í Klaksvík mugu tey skjótt fara at ótolnast, nær næsta meistaraheitið kemur aftur til Klaksvíkar.

Greipuvinnarnir í kvinnudeildini í fjør av Tvøroyri møta í seinasta umfarinum Drátti í høllini í Trongisvági. Tvørgentur hava havt eitt misjavnt kappingarár samanborið við í fjør. Tað er longu greitt, at tær enda á triðja plássi, men størsti glottin í ár má vera sigurin í steypakappingini ímóti ÍF.

Silvurkrónurnar at berjast um
Seinasta vikuskiftið gjørdist greitt, at ongin tekur ÍFí meistaradeildini hjá monnumí ár. Framvegis er kappingin um silvur og bronsumerkini. Mjølnir liggur í løtuni á triðja plássi, men við sigri á Fleyr í KÍ-høllini enda teir á øðrum plássi, meðan sørvingar mugu taka til takkar við bronsuni

Greipuvinnararnir úr Fuglafirði enda á heimavølli ímóti Fram. Dysturin hevur ongan týdning fyri hvørgan av liðunum, tí tað er greitt, at Fram endar á fjórða plássi. Fuglfirðingar vilja tó enda kappingarárið væl, so lagið verður enn betri, tá teir fáa handað gullheiðursmerkini eftir dystin.