Fittur, erligur og stuttligur hetta eru tey vanligastu hugtøkini og ynskini tá støkum fólkum, tá tey søkja eftir maka í bløðum ella á alnótini.
Nýggjar kanningar í USA og Kanada vísa, at hjá monnum hevur tað lítlan týdning um kvinnan er stuttllig, meðan kvinnur blunda fyri nógvum, um maðurin bara er stuttligur.
- Okkara úrslit vísa, at humor ger fólk meira áhugaverd sum verandi maka, og at hetta hevur størstan týdning hjá kvinnum, sigur Eric Bressler, íð starvast á Westfield State College í Massachusetts, við Reuter tíðindaskrivstovuna.
Bressler hevur, saman við einum kanadiskum granskara, Sigal Balshine, gjørt eina kanning har teir bóðu kvinnur hyggja at myndum av monnum saman við einari lýsing av manninum sum antin var stuttliga ella álvarsliga skrivað. Síðani gjørdu teir tað sama við mannfólkini.
Tá bæði kvinnur og menn valdu, hvønn tey helst vildu hava sum mann ella konu var úrslitið greitt. Kvinnurnar valdu menn við tí stuttligu lýsingini, meðan menn valdu kvinnur við tí álvarsomu lýsingini.
Valið hjá kvinnunum kann tykjast eitt sindur løgi, tí bæði mennirnir og kvinnurnar í kanningini vóru samd um, at teir stuttligu persónarnir ikki tóktust eins álítandi, erligir ella klókir, sum teir álvaarsamu.
- Kvinnur velja mennirnir, hóast tær halda at teir ikki eru líka erligir ella álítandi, sum teir álvarsomu. Eisini velja tær heldur menn, sum hava lílan humor, fram um menn sum bert eru álvarsamir, siga Bressler og Balshine til Reuter tíðindaskrivstovuna.
Ùrslitini av kanningini eru eisini at finna í blaðnum Evolution and Human Behavior