Heðin Mortensen setti Finnboga Arge seks spurningar um ferðafólk, ferðavinnu, avkast frá ferðavinnuni, býtislykil, Ferðaráðið, og hósdagin hevði Finnbogi Arge so skrivliga svarið til Heðin Mortensen.
Heðin vildi vita, hvussu nógv ferðafólk kom til Føroya um árið, hvussu tey verða býtt upp í málbólkar og stødd á teimum, og í triðja lagi, sigur Heðin Mortensen, at Ferðaráð Føroya sigur seg hava royndir og gjørt kanningar viðvíkjandi ávísum bólki av ferðafólki. Ætlar landsstýrismaðurin at útvega Løgtinginum hesar kanningar og royndir?
Og spurt var eisini eftir hvørjum býtislykli landsstýrismaðurin er komin fram til krónutali á fíggjarlógini, hvussu nógv gevur ferðavinnan til føroyska búskapin - peningaliga sæð, og um landstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta kanning í verk, sum kann greiða Løgtinginum frá núverandi støðu og framtíðarætlanum við yvirlitstølum fyri alla ferðavinnuna í Føroyum?
Fá hagtøl
Í svarinum, sigur landsstýrismaðurin, at fyrst er at siga, at tað bert eru fá hagtøl, sum lýsa týdning ferðavinnunar í Føroyum, men tað verður mett, at ferðavinnan er triðstørsta vinna í Føroyum, eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Umframt at skapa inntøkur til fyritøkur, ið beinleiðis eru í ferðavinnuni, so skapar ferðavinnan inntøkur til handilsfyritøkur, gistingarhús, flutningsfeløg, osfr.
? Hagtøl eru fyri, hvussu nógv fólk verða flutt sjó- og loftvegis millum Føroyar og útheimin, men tað eru ikki nøktandi hagtøl fyri einstøku ferðafólkini, hvussu nógv hava fastan bústað í Føroyum/ útheiminum, hvussu nógv koma í handilsørindum o. ø. Tó eru ymsar stakroyndir gjørdar til tess at fáa eina ábending um hesi viðurskifti. Sambært hesum kanningum eru umleið helvtin av ferðafólkunum útlendingar, og koma umleið helvtin av teimum í handils- og øðrum ørindum, og hin helvtin at halda frí burturav.
81% loftvegis í 97
Finnbogi Arge upplýsir í svarinum, at millumlands ferðafólkaflutningurin í 1997 var 142.000 fólk, av hesum komu 71.000 ferðafólk til Føroya og var 81% av flutninginum loftvegis. Í 1992 var millumlanda ferðafólkaflutningurin 126.500, av hesum komu 62.700 fólk til Føroya og var 73% av flutninginum loftvegis.
? Tað eru 3.251 gistingarpláss (seingjarpláss) í landinum, og vóru tað 64.600 gistingar í 1997, av hesum vóru 26.000 danir og 17.000 føroyingar. Í 1992 vóru 73.200 gistingar og 52.200 gistingar vóru í 1993. Havast skal í huga, at privatar gistingar (í leigaðum húsi, ?bed & breakfast? ella hjá familju og vinum) ikki er við í hesum yvirliti, sigur Finnbogi í svarinum.
Náttúra og mentan
Landsstýrismaðurin vísir á í svarinum, at ferðafólkakanning var gjørd í 1993 og 1994. Ferðafólkini vóru m. a. spurd um tjóðskap, aldur, starv, áhugamál og endamál við ferðini.
? Kanningin vísti m.a., at Danmark er høvuðsmarknaðurin við millum 35 og 45% av ferðafólkunum. Hin parturin Skandinavia, Týskland og England er sekundermarknaður, við tilsamans umleið 45% av ferðafólkunum og at enda koma onnur lond í Evropa, USA og Japan.
? Kanningin vísti eisini, at ein ógvuliga stórur partur av ferðafólkunum er áhugaður í náttúru og mentan, at aldursbýtið er nøkulunda javnt, at fólk hava góða útbúgving, at 47% hava eina miðal inntøku, og at 33% hava eina inntøku yvir miðal.
72% í feriu
? Ferðafólkini vóru eisini býtt uppí tveir høvuðsbólkar, eftir hvør ætlanin er við ferðini í Føroyum, um tey eru í arbeiðsørindum ella í feriu, og síðan í fleiri undirbólkar. Býtið millum høvuðsbólkarnar er soleiðis, at umleið 72% eru í feriu og 28% í arbeiðsørindum.
? Við støði í hesi kanning var ein langtíðarætlan løgd í 1994, og vóru fólk millum 40 og 60 ár, sum hava serligan áhuga fyri náttúru og mentan, og hava eina útbúgving og inntøku yvir miðal, vald, sum høvuðsmálbólkur. Hesin bólkur er tann, sum kastar mest av sær til samfelagið.
? At hava ein málbólk merkir, at Ferðaráðið nýtir størstu orku sína til at venda sær til hesi fólk, men røkir stovnurin allar áhugabólkar. Ferðaráðið vendir sær í arbeiði sínum til útlendsku søluliðini, sum selja ferðir til Føroyar.
Kanningar
? Javnan verða kanningar gjørdar, har søluliðini verða spurd um dygdina á faldarum, tænastum og samskifti við føroysku vinnuna og Ferðaráðið. Spurnarbløð verða eisini latin ferðafólki, og verða hesir upplýsingar nýttir í marknaðarføringini og menningini av Føroyum, sum ferðamannaland.
? Í løtini verður t.d. ein marknaðarkanning gjørd, sum vísir støðuna á danska marknaðinum. Endamálið við kanningini er, m.a. at kanna hvørt høvuðsbólkurin framvegis er hin sami ella ikki, men vísa fyribilsúrslitini at so er.
7,5 mió. krónur
Viðvíkjandi spurninginum um hvussu krónutalið er funnið á fíggjarlógini, sigur landsstýrismaðurin, at endamálið við játtan Løgtingsins uppá 7,5 mió. kr. til ferðaráðið, er at menna og skipa ferðavinnuna í Føroyum, so vinnan gerst ein meira týðandi táttur í búskapinum. Játtanin verður lutað sundur til hesi høvuðsendamál:
? Tað verða nýttar 930 tús. kr. til leiðslu og fyrisiting, herímillum eisini uttanlandssamstarv. Til marknaðarføring fara 3,2 mió. kr., sum hevur til endamáls at fáa ferðafólk til landið. Kunning Ferðaráðsins virkar fyri at kunna um Føroyar og spjaða ferðafólkið um landið, og verða 1,4 mió. kr. nýttar til endamálið. Tað verða nýttar 1,8 mió. kr. til innanlendis menning, sum hevur til endamáls at búgva landið til at taka ímóti ferðandi og fevnir, hetta um økisferðavinnufeløgini (herundir kunningarstovur), vørumenning og góðskumenning.
Neyvari tøl
? Útlit eru fyri, at vit í framtíðini fáa neyv tøl fyri búskaparliga týdning ferðavinnunar. Hagstova Føroya er í ár, sambært Árbók fyri Føroyar 1998, farin undir at lýsa týdning ferðavinnunar, - m. a. hvussu nógv fólk starvast í ferðavinnuni, hvussu stórur umsetningurin er, og hvussu stór virðisøkingin er av ferðavinnuni.
? Ferðaráðið er eisini farið undir eitt samstarv við Bornholms Forskningscenter, sum umframt búskaparliga týdning ferðavinnunar, skal lýsa einstøku málbólkarnar neyvari, osfr. Við í samstarvinum verða Fróðskaparsetur Føroya og Hagstova Føroya, sigur Finnbogi Arge í svarinum til Heðin Mortensen.