Nú so stutt undan jólahøgtíðini, er tað gott og neyðugt, at vit, sum luttaka í almenna kjakinum, vanda okkum um orðini, og tað ynski eg eisini at hava í huga í hesum svari.
Fyrst vil eg siga, at yvirhøvur er almenna skrivið frá teimum trimum fyrrverandi stýrislimunum skrivað á ein virðiligan hátt, og tað fegnist eg um, tí bert við einum virðiligum kjaki, har farið verður eftir bóltinum og ikki eftir persóninum, kann nakað gott spyrjast burturúr orðaskiftinum.
ATLANTIS gjørt
eitt gott arbeiði
Grundleggjandi er tað rætt, sum fyrrverandi stýrið førir fram, at enn hevur tað ikki eydnast at útvegað ATLANTIS ein fíggjarkarm, sum røkkur til at reka húsið á ein nøktandi hátt eftir tí leisti, sum higartil er royndur.
Men tá ið hetta er sagt, mugu vit ikki gloyma at leggja aftrat, at hóast trongar fíggjarkarmar, so hevur tað eydnast bæði stýri og leiðara í ATLANTIS hesi árini at gera eitt sera gott arbeiði og at bygt upp ein stabilitet, sum er so týðandi fyri eitthvørt alment savningarstað, tí bert á tann hátt kann eitt slíkt stað vinna sær álit millum fólk og fáa tey at vitja aftur og aftur.
Miðvísa arbeiðið hjá stýri og leiðara sæst eisini aftur í mun til sjálvan bygningin, útgerð o.a., har fleiri framstig eru gjørd hesi árini. Ein vakur blettur í býarumhvørvinum.
Trupulleikin er
fíggjarstøðan
Tað er umráðandi fyri meg sum borgarstjóra, og fyri býráðið, at fáa fram, at veruligi trupulleikin í hesum máli als ikki er ATLANTIS sjálvt og heldur ikki tey dugnaligu fólk, sum higartil hava mannað stýri og leiðslu í ATLANTIS.
Tvørturímóti er tað tær fíggjarligu fortreytirnar her í lokalsamfelagnum, sum eru atvoldin til, at býráðið ikki hevur megnað at sett meira pening av til at reka ATLANTIS fyri.
Her í økinum hava vit ikki tann framíhjárætt at hava nakran mentanarstovn, ið verður rikin og goldin av landskassanum ella úr Norðurlandaráðnum, tað eiga vit at gera meiri við. Tí hava flestu mentanarátøk her í kommununi bara býráðsins avmarkaðu játtanarmøguleikar at dúva uppá.
So kunnu fleiri ivaleyst siga, at játtanin til ATLANTIS eisini er ein spurningur um raðfesting, og tað er sjálvandi nakað um tað, men um tú hyggur nærri at fíggjarligu fortreytum býráðsins í løtuni, so kemur tú skjótt til ta niðurstøðu, at tað er sera torført at siga, hvat annað tiltak á fíggjarætlanini skal strikast ella skerjast, fyri at ATLANTIS skal hava meira pening játtaðan.
Eina roynd vert at
leiga ATLANTIS út
Tað er við støði í nevndu fíggjarstøðu, at eg sum borgarstjóri taki undir við avgerðini hjá tí nýggja stýrinum um at lýsa ATLANTIS alment til leigu, tí á henda hátt kann ein í verki royna ein annan leist enn hann, sum higartil er royndur.
Higartil hava stýrini í ATLANTIS valt at skipa stovnin eftir einum almennum leisti, har leiðari og onnur starvsfólk hava fingið løn frá stovninum, men hetta vil tað nývalda stýrið nú broyta fyri at royna, hvussu tað riggar at reka ATLANTIS á einum meira privatum grundarlag.
Nýggja stýrið hevur samtykt, at tað vil leiga ATLANTIS út til tann ella tey, sum hava áhuga at reka húsið fyri stýrið, og síðan verður leigusáttmáli ætlandi gjørdur við viðkomandi persón/felag, sum síðan tekur sær av øllum rakstri, lønum o.s.fr.
Tað er sjálvandi ilt at siga frammanundan, hvussu ein slíkur leistur fer at rigga, men eg vil kortini halda, at hetta er eina roynd vert.
Umleggingar hava ofta
persónligar avleiðingar
Ein avleiðing av hesari umlegging er, at teir persónar, sum hava verið í beinleiðis í starvi hjá ATLANTIS, ikki koma at hava hesi arbeiði longur. Millum hesar persónar telist eisini leiðarin fyri ATLANTIS, sum síðan 2004 hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri stovnin.
Hetta er í sjálvum sær harmiligt, og sum borgarstjóri vóni eg, at allir partar av hesum máli skulu finna nýggjar leiðir og møguleikar.
Nú vit umrøða persónlig viðurskifti, vil eg her koma við tí viðmerking til almenna skrivið frá fyrrverandi stýrinum, at eg haldi, tað hevði hóskað seg betur, um stýrið ikki umrøddi mentanardeildarleiðaran so beinleiðis, sum tað hevur valt at gera í hesum almenna skrivi.
Heldur eigur ein í slíkum almennum førum at stíla sínar viðmerkingar til býráðið og borgarstjóran, sum hava ta yvirskipaðu ábyrgdina av bæði teimum politisku og teimum umsitingarligu avgerðunum og raðfestinunum, sum gjørdar verða av býráði ella býráðsumsiting. Vit mugu minnast til, at ein og hvør leiðari hjá kommununi arbeiðir innan teir karmar, politiski viljin hevur sett upp.
Annars haldi eg, sum nevnt, at skrivið frá fyrrverandi stýrinum er væl og virðiliga orðað, og tað vil eg takka teimum fyri.
Við hesum viðmerkingum vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár – við ynskjum og vón um framburð í komandi tíð.