Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, og danski løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hava avtalað, hvussu málsøkið Fíggjarrættur verður yvirtikið av føroyskum myndugleikum. Málsøkið Fíggjarrættur fevnir eitt nú um veð, avtalur, endurgjald, keyp og sølu, fyrning, brúkaravernd, rentur og skrivaðar og óskrivaðar rættarmeginreglur á hesum økjum. Somuleiðis er semja um, at samráðingarnar um málsøkið Sakførarastarvssemi og Revsurætt, kunnu enda í januar 2009.
Tað fer ikki at kosta landinum nakað at fremja yvirtøkurnar av Fíggjarrættinum, Sakførarastarvssemi og Revsurættinum.









