Fíggjarnevndin vrakar skattalætta

Meirilutin í fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotunum hjá andstøðuni um skattalætta frá 1. januar. Uppskotini fáa neyvan meiriluta aftanfyri seg í løgtinginum

Tað verður neyvan bíligari at vera føroyingur 1. januar næsta ár. Í øllum førum er ikki líkt til, at løgtingið samtykkir tvey uppskot frá andsstøðuni um at lækka skattatrýstið umleið 96 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt skattalættan, og hósdagin varð álit skrivað í málinum. Meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sjálvsagt framvegis mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotini, so taka samgonguumboðini ikki undir við teimum.


Bíða eftir landsstýrinum

Umboðini hjá samgonguflokkunum vísa á, at tey eru partur av einari samgongu, sum sjálv arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi. Samgonguumboðini vilja tí bíða, inntil landsstýrið hevur lagt uppskot um skattalætta fyri løgtingið. Umboðini hjá samgonguni ásanna, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt, og tey fegnast um uppskotini hjá andstøðuni, men hetta er ikki nóg mikið, til at tey kunnu taka undir við uppskotunum.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin mæla í uppskotunum løgtinginum til at lækka skattatrýstið á lág- og miðalinntøkunum tvey prosentstig og at hækka barnafrádráttin úr 4.000 upp í 6.000 krónur. Hetta hevði givið einari familju, ið forvinnur 300.000 krónur um árið og hevur trý børn, umleið 11.000 krónur meira at liva fyri um árið. Og uppskotið hevði kostað landskassanum umleið 84 milliónir krónur í færri inntøkum. Andstøðuflokkarnir hava harafturat skotið upp at hækka serliga pensjónista-frádráttin 1.500-2.000 krónur, og hendan broytingin hevði kostað landskassanum 12 milliónir krónur, var meiriluti fyri henni í løgtinginum.


Blýfría heldur

ikki bíligari

Í einum triðja uppskotið hevur Hendrik Old, løgtingsmaður úr Javnaðarflokkinum, skotið upp at lækka avgjaldið á blýfría bensininum 80 oyru. Úr 3,05 kr. niður í 2,25 kr. Hendan broytingin skuldi eftir ætlan koma í gildi beinanvegin, og í ár hevði hon kostað landskassanum umleið eina millión krónur í mistum inntøkum. Næsta ár hevði kostnaðurin av uppskotinum verið umleið 11,5 milliónir krónur. Men heldur ikki í hesum førinum taka samgonguumboðini undir við uppskotinum. Eins og í hinum báðum uppskotinum vísa samgongutinglimirnir á, at teir framvegis bíða eftir uppskoti frá landsstýrinum.

Sambandsflokkurin, sum fyrr í hesari løgtingssetuni hevur lagt uppskot fram um at lækka avgjaldið á olju, tekur í prinsippinum undir við uppskotinum hjá tingmanninum.


Fólkaflokkurin vil

hava skattalætta

Atkvøður løgtingið samsvarandi meirilutanum í fíggjarnevndini, so er greitt, at uppskotini hjá andstøðuni fella. Men spurningurin er, hvørja støðu Fólkaflokkurin ella einstøk umboð hjá Fólkaflokkinum fara at hava, tá málið kemur aftur í løgtingið.

Fólkaflokkurin hevur sjálvur strongt á at fáa ein skattalætta í longri tíð, og flokkurin hevur sjálvur gjørt eitt uppskot um skattalætta, sum minnir um uppskotini hjá andstøðuni. Flokkurin hevur fleiri ferðir sagt, at hann er um at missa tolið við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tí einki uppskot um skattalætta er komið úr hansara hond enn.

Í landsstýrinum verður arbeitt við einum skattalætta og einari nýggjari pensiónsskipan, men enn er ikki greitt, nær uppskotini verða løgd fram. Óli Breckmann hevur áður sagt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum hjá andstøðuni, um ikki okkurt líka frægt kemur frá Karsten Hansen, landsstýrismanni.

Málini um skattalætta koma helst til aðru viðgerð í løgtinginum í næstu viku.