Landssjúkrahúsið fer at tróta 30 milliónir í ár - bara fyri at varðveita verandi virksemi, staðfesta framskrivingar. Fíggjarmálaráðið gav ikki fíggjarnevndini upplýsingarnar. Ítøkiliga tørvar landssjúkrahúsinum átta milliónir krónur til lønir. Sjey milliónir krónur til príshækkingar á heilivági. Fimm milliónir til vørur til sjúkrarøkt. Fýra milliónir til vikarar. 1,5 milliónir til dýrkandi oljuútreiðslur. 400.000 krónur til dýrkandi matvøruprísir, umframt at aðrar hækkingar fara at kosta Landssjúkrahúsinum fýra milliónir afturat.
Tað staðfestir Landssjúkrahúsið sjálvt í framskrivingum, sum byggja á nýtsluna fyrsta ársfjórðing. Landssjúkrahúsið lat Almanna- og Heilsumálaráðnum eina frágreiðing um støðuna á sjúkrahúsinum, tá fíggjarnevndin skuldi skriva sítt álit.
Sambært frágreiðingini fer tað at kosta 374 milliónir krónur at reka landssjúkrahúsið í ár - bara fyri at varðveita verandi tænastur. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 er játtanin 344 milliónir.
Fíggjarnevndin hevur ongantíð fingið upplýsingarnar frá Fíggjarmálaráðnum. Tað viðgekk Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í nevndini, fyri Rás2. Tí nevnir Fíggjarnevndin einki um tær 30 milliónirnar í sínum meirilutaáliti.
Á Landssjúkrahúsinum eru tey so smátt farin at fyrireika seg til umfatandi sparingar, ið skulu setast í verk, um so er at játtanin í fíggjarlógaruppskotinum verður hækkað 30 milliónir, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.
Karsten Hansen vísti í tíðindunum á Rás2 klokkan 12 aftur, at hann hevur hildið upplýsingum aftur.
- Upplýsingarnar komu ov seint út í Fíggjarmálaráðið, sigur Karsten Hansen.
Fíggjarlógaruppskotið kemur til 2. viðgerð seinnapartin.