Fíggjarmálaráðið misnýtt til partapolitiska spinning?

Fíggjarmálaráðið hevur sent tøl út til almenningin í kjalarvørrinum á málinum um meirnýtslu hjá Hans Paula Strøm. Hesi tøl hava síðani í fjølmiðlum verið nýtt til at leggja onnur landsstýrisfólk undir óheimilaða meirnýtslu. Men tølini eru skeiv, og siga onki um óheimilaða nýtslu

Høgni Hoydal

 

Bæði á heimasíðu Norðlýsisins, í Sosialinum og partvíst í øðrum miðlum, hava søgur verið skrivaðar, og nøvn og andlit sett á landsstýrisfólk, sum skulu hava havt óheimilaðar meirnýtslur síðani 1997. Serliga Sosialurin, sum onki hevur skrivað um meirnýtsluna á Almanna- og heilsuøkinum, fer so langt sum at seta nøvn og andlit á meirnýtslur hjá landsstýrisfólki aftur til 1997. Og síðani skrivar blaðið um “dóm uttan grundarlag” hjá Hans Paula Strøm, hóast blaðið sjálvt fellur dóm á onnur utttan nakað grundarlag.

 

Grundarlagið fyri hesum søgum í fjølmiðlunum er eftir øllum at døma nøkur tøl, sum Jóannes Eidesgaard hevur umbiðið og sent út.

 

Haldi, tað er fínt, at alt málið við meirnýtslu verður tikið til viðgerðar. Og tølini vísa jú eisini, hvussu meirnýtslan tók dik á seg frá 2003 og frameftir. Men tað er rættiliga grovt, at landsstýrismaðurin sendir skeiv tøl út í navninum hjá Fíggjarmálaráðnum, og tekur alt hetta mál burturúr samanhangi – sjálvsagt fyri at “kollektivisera” málið við Hans Paula Strøm, sum er eitt mál, ið er reist, kannað og avgreitt av teimum óheftu instansum í skipanini, sum sjálvsagt mugu nýtast, tá staðfestast skal, hvat er rangt og rætt.

 

Eg skilji tí ikki, hvussu fjølmiðlar kunnu bera hesar skeivu upplýsingar víðari frá Fíggjarmálaráðharranum, uttan at kanna og staðfesta um tølini og uppáhaldini eru røtt.

 

Sjálvur eri eg tildømis hongdur út fyri óheimilaða meirnýtslu sum landsstýrismaður frá 1998-2003, hóast eg hesi árini hevði eina minninýtslu og enntá fekk rós frá Landsgrannskoðanini fyri fíggjar- og roknskaparviðurskifti.

 

Vísi tí á hesar grundleggjandi skeivleikar, ið teimum tíðindum, ið eru borin út og skiftandi landsstýrisfólk eru løgd undir. Og eg gangi út frá, at Norðlýsið og Sosialurin fara at rætta og umbera mistøkini – og fara at kann, hvussu Fíggjarmálaráðið er misnýtt í hesum málinum.

 

1. Landsstýrisfólk, sum sótu í CHE-samgonguni, eru løgd undir at at hava havt meirnýtslu í 2008. Tað er beinleiðis skeivt og gjørt av órøttum. Hesi landsstýrisfólk sótu frá februar til september 2008. Og tey kunnu onga ábyrgd hava, at kassin ikki stemmar, tá árið er úti pr. 31. desember. Har eru jú 4 mánaðir til at halda játtanina og tað er serliga í seinastu mánaðunum, at meirnýtsla kann koma fyri.

 

2. Nýtsla av peningi, snýr seg um at halda grundleggjandi, lógir, reglur og landsstýrismannaábyrgd. Og tað er sera stórur munur á tølunum, sum Fíggjarmálaráðið sendir út og so staðfestingina av, um nakað skeivt er farið fram og um landsstýrisfólk eru farin út um sínar heimildir og ábyrgd.

- Tildømis er meirnýtsla á lógarbundnum útreiðslum als ikki óheimilað, soleiðis sum meirnýtsla á vanligum rakstrakonti.

- Hartil eru játtanarreglurnar fyri lógarbundnum útreiðslum broyttar avgerandi í tíðarskeiðnum frá 1997 og frameftir.

- Umframt eru í ymsu ráðunum kontur, har møguleiki er at flyta ímillum, soleiðis, at tølini fráa FMR siga onki um, hvørt óheimilað nýtsla er farin fram.

 

3. Tí eru tey einastu tølini og autoritetirnir, ið kunnu nýtast í slíkum málum, tey frá Landsgrannskoðanini og síðani frá Løgtingsgrannskoðarunum. Hesir stovnar meta um og gera niðurstøður um, hvørt nakað skeivt er farið fram, og um ein meirnýtsla er heimilað ella ikki. Og tey tølini og niðurstøðurnar finnast øll í grannskoðaðu roknskapunum fyri hvørt árið.

 

4. Til tess at vísa á, at tit eru farin við skeivum tølum og upplýsingum, skal eg eitt nú vísa til grannskoðaðu roknskapirnar fyri tey mál, ið eg sjálvur havi umsitið frá 1998-2002. Har er ikki talan um nakra samlaða meirnýtslu, men tvørturímóti talan um eina samlaða minninýtslu uppá nakrar milliónir. Í 1999, har nakrar útreiðslur fóru eitt lítið sindur útum (ið ikki var ólógligt), varð tað rættað og kom ikki fyri aftur.

 

Øll kunnu kanna grannskoðaðu tølini og frágreiðingarnar á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini, sum finnast her: www.lg.fo/index.php

 

Fari at siga frá, at tá Løgtingið kenur saman aftur, fer landsstýrismaðurin sjálvsagt at verða kravdur eftir eini frágreiðing um, hvussu skeiv tøl kunnu verða send út frá Fíggjarmálaráðnum til tess at bera í bøtuflaka fyri mál, sum eru lýst, kannað og staðfest av eftirlitsstovnum.