Strandferðslan
Nú er aftur galið hjá Strandferðsluni.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum týsdagin, kemur Strandferðslan at mangla nakrar milliónir í ár fyri at kunna halda fram við teirri sigling og teirri koyring, sum nú er.
Nýggjastu metingarnar hjá Strandferðsluni vísa, at játtanin í ár fer ikki at halda, men at 4,3 milliónir fara at mangla í.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur søkt um eina eykajáttan til Strandfersluna.
Men ikki allir limir í samgonguni eru so fegnir fyri at geva almennum stovnum eykajáttanir, so tað er ivasamt um Strandferðslan fær nakrar pengar, ella um hon noyðist at spara, ella um hon bara fær ein part av tí, sum restar í og so noyðist at spara ein part.
Torbjørn Jacobsen úr tjóðveldisflokkinum, limur í fíggjarnevndini og Óli Breckmann úr fólkaflokkinum, sum er formaður í fíggjarnevndini, eru tveir tinglimir úr samgonguni, sum hava verið trekir at góðtaka eykajáttanir.
Og tað endurtaka teir einaferð enn, nú Strandferðslan vil hava eykajáttan.
Viðgera umsóknina
Og karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at treytin er, at sparingar verða gjørdar onkra aðrastaðni so at fíggjarlógin ikki hækkar.
Hann sigur at hann nú fer at viðgera umsóknina um eykajáttan.
Men eisini hann spyr um tað ikki ber til at leggja virksemið hjá Strandferðsluni um fyri at útvega fleiri inntøkur, ella fyri at spara.
Hann nevnir Sam sum eitt dømi, sum í vetur ikki er byrjaður at sigla um Lorvíksfjørð um morgunin, fyrrenn trokingartíðin er av og sum gevst áðrenn trokingartíðin byrjar aftur seinnapartin, so at Dúgvan hevur siglt einsamøll, táið á stendur, meðan Sam er settur í sigling, tá ið ferðslan er minkað og verður tikin úr aftur sigling, áðrenn ferðslan økist aftur um kvøldið.
Hann spyr eisini, hví tað hevur tikið fýra ár at kanna um tað ber til at samskipa flutningin hjá lastbilum og bussum hjá Strandferðsluni og hjá Postverkinum, tí tær kanningarnar skuldu byrja í 1999.
Hann viðgongur tó, at Strandferðslan er ein trupul stovnur at stýra, tí hann er so umfatandi.