Fíggjarlógaruppskotið 2004 ? Enn ein illa gjørd kreativ kladda

   

Við eini fyribils skjótari gjøgumgongd av fíggjarlógaruppskotinum, sær út til at hetta er enn ein illa gjøgnumførd kladda.
Tað er t.d. sera sjónligt at kreativiteturin ongan enda fær tá tað um eykagjøld/ skattir og inntøkurføringar er um at gera.
VAFLURNAR, SØTU KEKS og SMÀKØKUR eru nú eisini komnar á skránna fyri inntøkuskapan.
SODAVATN og annað SØTT skal eisini verða tað berandi í komandi inntøkum landskassans.
Inntøkur ( Vinningsbýti) frá FØROYA TELE, sum nú politiskt skal KREVJAST ásett av nevndini er eisini ein óhoyrd mannagongd og ber brá av eini heldur ódámligari framtíð.
Spurningurin er, um tað er í trá við partafelagslógina .
EINSKILJI FØROYA TELE, FØROYA FISKAVIRKING, ATLANTIC AIRWAYS?? Tá tosað vit um nakað veruligt og ítøkiligt.
Bústaðarblokkarnir (tveir) á LS eru inntøkuførdir við 30 mio, hóast tað er sera ivasamt um hendan upphædd er møgulig at fáa fyri bygningarnar, sum sigast at verða í sera ringum standi og krevja stórar ábøtur.
Hóast hendan søla er sett á fíggjarlógina, hvussu so við LEIGUINNTØKUM av hesum bygningum , skulu tær ikki strikast av fíggjarlógini fyri 2004, ella í hvussu so er partur av teimum???
Tað at roynt verður at minakð um skuldina er alla æru vert, men er tað ikki eitt sindur hasardera at brúa 500 mio av einum landskassainnistandandi sum eftir øllum teknum í sól og mánað kemur at fáa brúk fyri 100 tals milliónum í komandi árum,- tí lítð er at ivast í at tað verður stórur eyka gjaldføristørvur komandi árini.
Lønarvøksturin orsakað av sáttmálasamráðingum er heldur ikki við í útreiðslunum á lønarsíðuni ? har mangla ivaleyst eitt stað millum 60 og 80 mio krónur, so ætlaða yvirskotið tað tódnar skjótt.
Inntøkumetingarnar sýnast eisini at verða heldur bjartskygdar, og kemur tíðin at vísa um hesar ikki eru langt víð síðuna av veruleikanum.
Tað verður sera áhugavert at síggja hvussu endaliga fíggjarlógin frá samgonguni kemur at síggja út, - vónandi finnað tit um ikki annað roknivillurnar og rættað tær.