Fíggjarkreppan í 1857

Tá politikara vóru menn og tordu at handla. Árið er 1857, tá ein fíggjarkreppa eisini rakti heimsbúskapin. Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki hava politikarar, ið eru longur til høgru enn sjálvt Margaret Thatcher. Sjálvt fyri 150 árum síðani megnaðu politikararnir at handla skjótari enn í dag

Longu í 1857 kunnu vit lesa um eina fíggjarkreppu í USA. Tað var tann 24 august 1857, tá tær fyrstu “Nordamerikanske Fristaters kreditinstitioner” fóru á húsagang. Longu fýra mánaðir eftir rakti fíggjarkreppan Danmark – so hetta við alhemisfíggjarkreppum ikki eitt nýtt fyribrigdi. Kontórsjefurin í danska Nationalbankanum, E. Meyer skrivaði eina grein um kreppuna. Hetta var tá Danmark var eitt landbúnaðarsamfelag.

“Netop når i den gode tid produktion og omsætning har blomstret, og spekulation har taget kraftigt fat, når formuerne er voksede med virkelige eller indbildte beløb, og forbruget er fulgt med væksten, når kreditten har været alt for villig, kan der indtræde det øjeblik, da alt tilsyneladende vender sig om til sin direkte modsætning – den travle virksomhed standser, priserne falder; der tabes penge, folk, der antoges for at være rige, kan ikke engang tilfredsstille deres kreditorer, forbruget tager af, og kreditgiverne trækker sig forskrækkede tilbage”

Omanfyristandandi sitat minnir sera nógv um kreppuna, vit hava nú. Víðari verður víst á, at tá var ein stór ónøgd við vaksandi arbeiðsloysið, og at stjórnin bíðaði ov leingi við at veita hjálp. Men her er vert at leggja til merkis, at kreppan breyt út í Danmark 1. desember 1857, og longu 18. desember hevði Ríkisdagurin samtykt ein kreppupakka. Stjórnin samtykti eisini at seta á stovn “Den midlertidige Lánekasse for Kongeriget” Lánini vóru latin til handilsmenn, húsaeigara til “spare- og diskontokasser” og til kommunur. Danski staturin hevði ikki tøkan pening til endamálið, men hevði staturin vekslar, sum teir lógu inni við frá Oyrasundstollinum, og blivu hesir effektiviseraðir við útgjaldið frá Privatbankanum við C.F. Tietgen. Longu í januar kundi útgjald latast úr “Den midlertidige Lánekasse for Kongeriget”. Víðari verður sagt at “Den midlertidige Lánekasse for Kongeriget” hevði sera fá tap av sínum útlánsvirksemi.

Skrivstovustjórin skrivar víðari “vi lærte dog noget: Krisen føltes, mens den varede, som ulykkens og uhyggens tid og man var længe om at forvinde dens eftervirkninger. Men foruden ulykkerne bragte den også adskilligt godt. Den fejede meget usundt ud af forretningslivet; den lærte befolkningen í højere grad at sætte tæring efter næring, og frem for alt virkede den til grundigt at reformere vore kreditforhold”

Hetta vísir, at fyri meira enn 150 árum síðani kundi man uttan teldur, telefonir og internet handla munandi skjótar enn man ger í dag. Meðan eg siti og skrivi hesa grein, er danska stjórnin vaknað og ætlar at gera ein “hjálpipakka” til útflutningsfyritøkurnar, tí hesar hava mest sum einki gjaldførið eftir. Longu í mai fóru 11 lond innan ES at veita beinleiðis stuðul til vinnufyritøkur. ES broytti reglurnar soleiðis, at loyvt varð at geva einstøku fyritøkuni upp til 3,7 mió kr í stuðli. Týskland vil brúka heilar 15 mia kr., Ongland 7,5 mia kr., Portugal 5,5 mia kr., Frakland, Eysturríki, Írland, Holland, Slovakia, Ungarn, Lettland og Luksemborg vilja eisini lata vinnufyritøkum stuðul.

Innan ES verður eisini latin nógvur stuðul til fiskivinnuna. Samlaði árligi stuðulin til fiskiflotan er áleið 7,5 milliardir danskar krónur. Her er talan um upphøggingarstuðul og stuðul til nýmótansgerð. Innan ES er tað Spania, ið fær mest í stuðli, men er Danmark eisini væl við, og fáa danskir reiðarar fleiri hundrað milliónir í stuðli um árið. Samstundis verða veittar 400 mia í stuðli innan landbúnaðin í ES, og fær Danmark 9 mia kr. av hesum pengum.

Grundin, til at lond veita kreppuhjálp til vinnufyritøkur, er, tí at politikara vita, at sjálvt sunnar vinnufyritøkur ikki fáa neyðugt gjaldføri til sjálvt rakstur, og tí er hetta ein orsøk til at stjórnir í dag fara inn og veita kreppuhjálp. Nevnliga fyri at arbeiðsloysið ikki skal hækka. Og hetta gerst við at geva vinnufyritøkum rakstrarfígging.

Spurningurin er so, hví føroyskir politikara halda at vit hava ein búskap og eina kreppu, har okkara vinnulív og framleiðsluvirkir kunnu liva uttan kreppuhjálp, tá allur vesturheimurinj fær kreppuhjálp.