Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu samtykt

Fíggjarætlanaruppskotið hjá Tórshavnar kommunu fyri 2008 varð samtykt við fyrstu viðgerð á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið Undir viðgerðini í gjárkvøldið segði Heðin Morrtensen, borgarstjóri, millum annað, at skattaprosentið næsta ár ætlandi verður óbroytt, men at barnafrádrátturin hækkar, og systkinagjaldið fer at lækka.

Higartil hevur lutfallið í býtinum av ansingargjaldi verið 70 prosent til kommununa og 30 prosent til foreldrini. Sum fyrsta kommuna í landinum fer Tórshavnar kommuna komandi ár at gjalda 75 prosent, og foreldrini 25 prosent av ansingargjaldinum.

Andstøðan viðmerkti, at rættiliga nógvir pengar, 253 milliónir, eru settir av til íløgur, og onkur helt, at tað var óneyðuga nógv. Samgongufólk vístu á, at talan er um neyðugar og viðhvørt lógarálagdar íløgur, sum skulu gerast. Til dømis varð víst á, at bara skúlarnir í kommununi skulu umvælast og útbyggjast umframt at nýbygging verður framd fyri meira enn 100 milliónir. Nýggi skúlin, sum bygdur verður við Løgmannabreyt, skal einsamallur hava einar 80 milliónir av komandi fíggjarætlan, varð upplýst.

Vegna minnilutan boðaði Jan Christiansen frá, at tey fara at koma við einum broytingaruppskoti á seinni fundi.

Býráðið samtykti við sjey atkvøðum fyri og ongari ímóti at beina verandi uppskot í fíggjarnevndini til víðari viðgerð, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.