Eg havi øll valini havt ta meginreglu, at eg vil ikki keypa mær ein tingsess, ella lata meg keypa av ávísum bólkum ella fyritøkum. Hetta var eisini galdandi fyrstu ferð eg stillaði upp og varð vald. Hugur og hegni skal vera avgerandi - ikki pengamappan ella seráhugamál.
Tí eg haldi, at kappingin skal vera so jøvn, sum til ber, so øll kunnu verða vald út frá sínum meiningum, og tí, sum tey fortelja veljaranum millum valini.
Javnaðarflokkurin er ein solidariskur flokkur og skipar fyri einum felags valstríði, sum øll fólkavald í flokkinum eru við til at fíggja gjøgnum ein mánaðarligan floksskatt, sum øll valevnini fáa gagn av, eisini tey nýggju.
Hesaferð hava starvsfólk í flokkinum og sjálvboðin í baklandinum skipað valstríðið, og flokkurin fíggjar bløð og faldarar, filmir og felagsplakatir og atgongd til onkran tíðindaportal, har øll valevnini kunnu leggja út ókeypis. Harumframt letur flokkurin 4000 kr. til hvørt valevni + 20 smáar plaktir. Um onkur vil hava meira, eru tey sjálvandi vælkomin at rinda sjálvi.
Við íblástri frá innslagnum við Regini Berg í D&V um fígging av valstríði og fb-innleggum frá Rógva Nybo og Jóhan Christiansen leggi eg her míni fíggjarviðurskifti fyri valið fram.
Tvey vinfólk ynsktu at fíggja eina lýsing fyri 4000 kr. so tað sluppu tey!
Sjálv havi eg keypt nøkur postkort, uml. 1500 kr.
Og so nakrar Facebook-deilingar, uml. 1500 kr.
So mítt egna budgett liggur á uml. 3000 kr., sum eg meti vera somikið avmarkað, at øll kunnu vera við, tá man hevur fýra ár at fyrireika seg í.
Og so takki eg annars leiðsluni og starvsfólkunum í flokkinum fyri eitt megnar flott valstríð. Og eitt sterkt lið av góðum valevnum, baklandi, lokalfeløgum og SU, góðum vinum og familjuni. Uttan tykkum onki valstríð.
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin
--