ÍF í finaluni

Við sigri á SÍ hava fuglfirðingar vissað sær sæti í steypafinaluni í flogbólti

Flogbóltur

 

Talan tykist verða um sera spennandi kapprenning í føroyskum mansflogbólti í ár.

SÍ, sum annars hevði hug at renna undan fyrstu umførini, hevur nú tapt tvær reisur upp á tvey umfør. Hesa ferð móti ÍF, sum við sigrinum vissaði sær sæti í steypafinaluni, sum verður í februar mánaði.

Í hinum dystinum vann Fleyr á Mjølni, og har við er Fleyr framvegis í hølunum á teimum báðum fremstu liðunum. Liðið hjá Fleyr er styrkt, síðani í fjør, og avrikini higar til hava víst, at teir avgjørt ætla sær at kappast heilt frammi í oddinum.