Tað kann vera tín atkvøða í avgerð, um Budam, Guðrið Hansdóttir ella Dánjal framføra á Roskilde Festivalinum í summar.
Størstu nøvnini á Roskilde Festivalinum 2008 eru nú almannakunngjørd, men tó kanst tú enn gera tína ávirkan við at koma við tínum ynskjum um, hvør skal framføra á festivalinum í summar.
Við at fara inn á heimasíðuna hjá festivalinum kanst tú atkvøða fyri teimum bólkum, tú vilt hoyra á Roskilde Festivalinum 2008.
Á heimasíðuni kanst tú velja trý donsk nøvn, trý norðurlendsk nøvn og trý altjóða nøvn.
Til ber at lurta eftir tónleikinum hjá tónleikarunum omanfyri á teirra Myspace síðum:
www.myspace.com/budam
www.myspace.com/gudridhansdottir
www.myspace.com/danjalmusic
Tú kanst atkvøða við at fara inn á leinkjuna niðanfyri:
www.roskilde-festival.dk/2008/forside/musik/bandoensker
Til ber at atkvøða fram til 13. mars.










