ÍF Føroyar við nýggjum formanni

Ítróttarfelagið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn hevði í gjárkvøldið aðalfund. Á skránni var eitt nú val av nýggjum formanni, eftir at Petur Niclasen í januar legði formanssessin frá sær. Ingibjørn Johannesen og Birgar Larsen høvdu bjóðað seg fram, og eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Ingibjørn Johannesen er nýggjur formaður í felagnum.

 

Fundurin var hildin á Øresundskollegiet og vóru umleið 40 fólk møtt upp. Millum teirra vóru eisini umboð fyri nýggju fimleikadeildina hjá felagnum møtt at kunna seg nærri um virksemi og ætlanir hjá felagnum.

 

Lesið samrøðu við nýggja formannin í Sosialinum mikudagin.

 

Mynd: Ingibjørn Johannesen saman við Sámali Samuelsen frá Elektron, ið er høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum