ÍF Føroyar ávegis uppflyting

Besta mansliðið hjá før­oyska útisetafelagnum í Keyp­manna­havn, ÍF Føroyum, stevn­ir mót­vegis uppflyting til Keyp­manna­havnarseriuna. Um viku­skiftið vunnu teir trygt 5-1 á útivølli ímóti Rødovre BK. Mál­ini skutu Rasmus Nielsen, Páll Mohr Joensen, Emil N. Leifsson, Jákup Olsen og Pætur Jørgensen.
ÍF Føroyar á fremsta plássi í Seriu 1, bólki 2, og er nú seks stig frammanfyri Dragør og HB. Dragør hevur tó leikt ein dyst færri enn ÍF Føroyar.
Næsti dystur hjá ÍF Føroyum verður ein oddadystur ímóti júst Dragør. Hann verður spæld­ur á útivølli í kvøld kl.18.30 føroyska tíð.