Ein øgilig avbjóðing stendur fyri framman hjá ÍF Føroyum, sum í kvøld skal dystast við BK Frem, har Andreas Lava Olsen spælir. Søguríka danska felagið hevur seinni árini havt sjey føroyskar landsliðsleikarar í hópinum. Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen, Atli Gregersen, Atli Danielsen, Jónas Þór Næs og Bogi Løkin hava allir áður spælt við BK Frem.
ÍF Føroyar og BK Frem hittast í donsku steypakappingini, Ekstra Bladet Cup, har ÍF Føroyar fyri tveimum árum síðani spældi í móti AB. Nú er so lítið spælt av steypakappingini, at tey sonevndu divisiónsliðini ikki eru komin upp í part enn. Frem spældi í fjør í 1. División, men varð tvangsniðurflutt, tá felagið fór av knóranum. Tískil spælir felagið í dag í Keypmannahavnarseriuni, eina deild omanfyri deildina har ÍF Føroyar spælir dagliga. Keypmannahavnarserian er beint beint undir Danmarksseriuni, sum er deildin áðrenn sokallaða divisiónsfótbóltin.
Hóast tvangsniðurfluttir og farnir av knóranum, hevur BK Frem, sum telist millum elstu feløgini í Danmark og hevur seks meistaraheiti í skjáttuni, sera trúgvar stuðlar. Til heimadystirnar eru sjálvdan færri enn 500 fólk ? onkran dyst í ár hevur áskoðaratalið verið omanfyri 1000.
Dysturin skuldi upprunaliga spælast á Kløvermarkini, heimavøllinum hjá ÍF Føroyum, men har eru vallirnir í so ringum standi, at ÍF Føroyar ikki ynskti at spæla ein so umráðandi dyst har. Tí royndu teir at flyta dystin á graslíkisvøllin á Kløvermarkini, men tá tað ikki hepnaðist, spurdu teir Frem, um dysturin ikki kundi spælast á Valby Idrætspark. Har hava teir ein góðan vøll og góðar umstøður, umframt at ÍF Føroyar býtir atgongumerkjainntøkurnar við Frem.
Steypadysturin millum ÍF Føroyar og BK Frem verður klokkan 18.00 danska tíð á Valby Idrætspark.










