ÍF-Føroyar mist fleiri góðar leikarar

Tað er eitt skert ÍF-Føroyar manshondbóltslið, sum fyrireikar seg til komandi kappingarár. Orsøkin til stóra fráfallið er, at liðið er flutt eina deild niður, hóast tað í veruleikanum átti at flutt eina deild upp seinasta kappingarár. Sjusk var í spælaraloyvunum; at kalla eingin leikari hevði spælaraloyvi í felagnum. Liðini vórðu meldað, og felagið hevur fingið eina bót uppá góðar 19.000 krónur

Fremsta mansliðið hjá ÍF-Før­oyum hevur mist fleiri góðar leikarar, ið eru farnir í onnur lið at spæla. Talan er um millum ann­að Bjarna Sørensen, Lars Black og Janus Sørensen, ið eru farnir fyri at fáa størri av­bjóð­ingar aðrastaðni. At tað sein­asta hálva árið hevur verið ein øgiligur ruðuleiki í felagnum, ásannar Hjalti Mohr Jacobsen, sum er partur av nevndini hjá ÍF-Føroyum.
– Ongin spælari hevur havt spælaraloyvi í felagnum seinastu 20 árini, og tí hugsaðu vit heldur ikki um tað seinasta kappingarár, sigur hann og leggur afturat:
– Men í fjør var fremsta mans­liðið hjá okkum so mikið gott, og nakrir leikarar spældu eis­ini onkrar dystir í føroysku landskappingini. Tað var illa dámt og klagað var úr Føroyum til danska honbóltssambandið, DHF, sigur Hjalti Mohr Jacobsen. Danska hondbóltssambandið valdi at taka øll liðini hjá ÍF-Før­oy­um úr kappingini, og so at senda felagnum eina bót uppá góðar 19.000 krónur. Serliga stóra av­leið­ing fekk hetta fyri fremsta mansliðið, sum tá lá á odda í deildini og skuldi flyta upp í 3. división fyri fyrstu ferð.
– Men so var ikki, og um lið­ini skulu spæla aftur, skulu vit gjalda bótina og spæla í einari deild lægri enn í fjør. Men felagið er lítið og eigur at kalla ongar pengar. Tí fara vit at skipa fyri bingo og hava eisini fingið stuðlar til at gjalda stóru bótina, sigur Hjalti Mohr Jacobsen. Nú eru nógvu spælaraloyvini kom­in uppá pláss, og liðini eru byrjað at venja til nýggja kapp­ingar­árið, ið byrjar síðst í hesum mánaðinum.
– Vit ætla at herja á aftur, hóast vit hava mist góðar leikarar, sigur Hjalti Mohr Jacobsen at enda.