ÍF Føroyar førdi heili 3-0 stutt fyri leiklok. Men seinastu tíggju minuttirnar mátti føroyska liðið spæla uttan miðverjan Jákup Olsen, sum fekk gult kort. Tá hetta hendi førdi ÍF Føroyar 2-0. Tað eydnaðist at økja stutt eftir, at teir gjørdust ein maður færri, men so gjørdist tað óneyðuga spennandi, tá gestirnir FA 2000 gjørdu tvey skjót mál og støðan gjørdist 3-2.
Henda spenning hóvaði Erlingi Fles lítið. Hann hevur gjørt eina rúgvu av málum fyri ÍF Føroyar í ár, og við sínum triðja máli í dystinum staðfesti hann sigurin, tá hann rann frá verjuni og framvið málverjanum og skoraði trygt. Hin málskjúttin hjá ÍF Føroyum var Palli Augustinussen.
Serie 1, har ÍF Føroyar luttekur, byrjaði aftur eftir summarsteðgin í august. Av fýra teimum fyrstu dystunum eftir steðgin, tapti ÍF Føroyar tríggjar og vann ein. Nú kom næsti sigurin í fimtu royndini.
Undan hesum umfarinum lá ÍF Føroyar nummar níggju í deildini, sum telur 14 lið. Við sigrinum hevur ÍF Føroyar fingið 28 stig, sum røkkur til eitt sjeynda pláss í deildini.










