ÍF heldur ársveistla í hesi løtu og ársveistlum so líkt, verður ymiskt avdúkað. Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði er, sum skilst, navnið á nýggja venjaranum avdúkað. Talan er um ein dana, ið kallast Flemming Christensen. Hann skal eftir øllum at døma hava ábyrgdina av besta mansliðnum komandi kappingarár.
Flemming Christensen er 53 ára gamal og hevur vant AB í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Slagelse og Næstved Boldklub. Harumframt hevur Flemming Christensen spælt tíggju landsdystir fyri Danmark, har hann millum annað skeyt tvey mál.