FLOGBÓLTUR
Fleyr hava havt tað trupult í ár, og tær eru enn ikki komnar á stigatalvuna, men sunnudagin knudu tær við eitt sindur av hepni og neyvleika havt vunnið sær fyrsta settið í kappingarárinum. Hetta skuldi tó ikki koma fyri, tí til tess vóru kvinnurnar úr Fuglafirði ov sterkar.
Fleyr hevur í ár valt at stilla við einum blaðungum liði í Meistaradeildini, og tær somu spæla eisini í kappingini hjá kvinnuunglingum. Hetta er ein tíð, har genturnar mennast og nema sær førleika, so tað er spennandi, hvat fer at spyrjast burturúrhesum liðnum í framtíðini.
ÍF fremst eftir triðing
Á stigatalvuni eru tað ÍF, ið eru fremstar, nú triðingurin av kappingarárinum er liðin. Tær hava 12 stig, og tætt í hølinum á teimum koma so SÍ. Eftir kappingarskipanini strendur at lesa, at liðið, ið liggur ovast á rókini, eftir at triðingurin av kappingini er spældur, vinnur sær luttøku í ársins steypafinalu, ið verður spæld í Havn í februar mánað. Í hesari finalu møta tær SÍ, ið vunnu sær hendan rætt í Fleyr kappingini, fyrr í ár.










