Ein kvinna í tríatiárunum úr Oslo doyði sunnudagin av svínakrími. Hon var við barn, tá hon gjørdist sjúk og doyði fáar vikur eftir, at barnið var føtt Tað eru tríggjar vikur, síðan norska kvinnan føddi barnið, og sunnudagin doyði hon av svínakrími, H1N1.
- Barnið vísir seg at hava tað gott og er ikki smittað við influensuni. Kvinnan var annars frísk, tá hon gjørdist sjúk og seinni doyði.
Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Noregi á heimasíðuni pandemi.no
Norska kvinnan doyði á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.
Hon er soleiðis sætta fólkið, sum doyr í Noregi av svínakrími.
Frammanundan eru fráboðaði fimm deyðsføll, sum kunnu knýtast til influensuna.
Ein maður úr Oppland, ein úr Telemørkini, ein ungur drongur úr Vestfold, kvinna úr Akershus og ein dani, sum var í Noregi, eru deyð av svínakrími.