ÍF bíðar við at melda út málsetningin fyri 2017

(Ljóðsamrøða frá Rás2) ÍF-formaðurin er hampuliga væl nøgdur við farna kappingarár hjá felagnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í ÍF, Leif André Eliasen, sum var gjørd tíðliga í dag áðrenn ÍF møtti KÍ á heimavølli.

 

ÍF endar á einum 6. plássi, og meldaði felagið út tíðliga í ár, at málið var eitt pláss í Evropa. Við uppflytingini hjá næstbesta liðnum upp í 1. deild, og bronsumerkjunum hjá kvinnunum í 2. deild heldur Leif André Eliasen, at talan hevur verið um eitt góðkent avrik hjá felagnum hetta kappingarárið.

 

ÍF fer ikki at melda nakran málsetning út fyrrenn hópurin til komandi ár er komin uppá pláss, slær ÍF-formaðurin fast.

 

Leif André Eliasen sigur seg eisini skilja, at AB ikki vildi loyva KVF at stroyma dystin millum AB og Víking úti á Argjum í dag.