1979. Tað er árið, sum fuglfirðingar vísa aftur á, tá ið tað snýr seg um fótbólt!
Hetta var árið, tá ið ÍF fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann FM í fótbólti.
Fuglfirðingar hava fleiri ferðir verið í steypafinaluni, men hvørja ferð hava teir staðið og fagnað mótstøðuliðnum, ið er strokið avstað við steypinum.
Í kvøld hava fuglfirðingar nýggjan møguleika, tá ið teir í Klaksvík fara at stríðast um løgmanssteypið ímóti EB/Streymi.
Teir í Sundalagnum vita, hvat tað snýr seg um - bæði at vinna og at tapa finaluna.
Í fjør tapti EB/Streymur 3-2 ímóti Víkingi. Bæði í 2008 og 2007 vann EB/Streymur steypafinaluna. Í 2008 vunnu teir í Sundalagnum 3-2 ímóti B36, og í 2007 vunnu teir 4-3 ímóti HB.
EB/Streymur hevur vunnið FM eina ferð. Tað var í 2008.