Fáar ternur í ár - og í fjør doyði tað mesta

- Kanska er tað kuldabrúgvin, sum hevur ligið yvir okkum seinastu dagarnar, sum ávirkar æti, heldur fyristøðumaðurin í Koltri fyri.

 

 

Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, er óførur við sínum forvitnisligu eygleiðingum um fugl og náttúru í oynni. Herfyri hugleiddi hann um náta, lunda og bjargarøkt, og nú um dagarnar hugleiðir hann um ternu.

- Higartil sær ikki væl út uppi í ternubølinum í Koltri. Ternurnar komu tó til tíðina - á Halvarsøku. Men, lítið og einki hevur verið at sæð til teirra uttan í onkrum rendum.

Hann vísir á, at heldur smáligt hevur eisini verið at sæð til fuglavað, og hetta kundi bent á manglandi æti. - Kanska er tað kuldabrúgvin, sum hevur ligið yvir okkum seinastu dagarnar, sum ávirkar æti, heldur hann fyri.

Bjørn Patursson sigur, at sjálvt bølið, har ternurnar plaga at eiga, er so at siga tømt og oyðið. - Men, einar 200 ternur eru tó byrjaðar at reiðrast í niðara bølinum og niðri á helluni við Gróthústanga.

- Tær, sum hava vorpið, hava enn bert eittans egg, tó at onkur hevur tvey. Vónandi heldur lýkkan, sum nú er afturkomin, á, soleiðis at ternan fjølgast, skrivar fyristøðumaðurin í sínum eygleiðingum.

##med2##

Henda myndin og myndirnar oman fyri eru tiknar í Koltri tíðliga í juli í fjør, tá tað gekk heilt galið hjá ternuni og ein stórur partur doyði. Bjørn Patursson legði myndirnar út hin 9. juli í fjør.