Arbeiðið við at gera húsið, sum skúlin í Hoydølum fær aftrat í ár, gongur ómetaliga væl. Nú eru at kalla bara snøkltar eftir, og ætlanin um at handa skúlabygningin 25. august fer at halda, sigur Mikkjal Helmsdal, skúlastjóri í Hoydølum.
Í hesum nýggja húsinum eru skúlastovurnar størri enn í hinum báðum skúlabygninginum, og tí verða tað teir størstu flokkarnir, sum fara at húsast í hesum nýggja húsinum.
Eftir at húsið er handað skúlanum, skal skúlin brúka nakrar dagar til at flyta inn. Sumt av innbúgvinum, ið varð í húsinum, sum varð stongt, kann brúkast aftur, men nakað hevur verið neyðugt at keypa aftrat, sigur Mikkjal Helmsdal.
Nýggja húsið er snøgt, og við tað at stovurnar eru stórar og luftskipan er, skuldu ikki verið nakrir trupulleikar við inniluftini. Starvsfólk og næmingar eru annars ikki serliga forvand við umstøður.
Fyribilsloysn
Hóast hetta er eitt veruligt hús, er bygningurin bara ein fyribilsloysn. Húsið er leigað frá Borg í fýra ár, og tað er krav frá friðingarmyndugleikunum, at tað skal takast niðuraftur. Fyri at skaða sum minst, er fundamentið sett oman á dúk.
Sambært sáttmálanum skal Borg taka húsið niður aftur um fýra ár, Mentamálaráðið hevur tó forkeypsrætt.
Fýra ár eru sett, tí tá verður hildið, at skúladepilin í Marknagili er komin væl áleiðis.
- Eg haldi hetta vera eina góða fyribilsloysn, tí hin loysnin hevði verið at leigað fleiri høli. Tað hevði bæði verið dýrari og minni praktiskt, sigur Mikkjal Helmsdal.
Bæði hetta húsið og húsið, sum varð bygt oman á gomlu gentukostdeildina, ið brann fyri tveimum árum síðan, verða hitað við el. Orkurokningin verður dýr, men tað hevði verið nógv dýrari at gjørt íløgur í hitaskipanir.
Møta seinni
Skúlin byrjar aftur nú mánadagin. Tá møta allir flokkar uttan 1. flokkarnir.
1. flokkarnir møta eina viku seinni, og fyrstu vikuna nýtist teimum ikki flokshøli, tí tann vikan verður innleiðsluvika við fakligum aktivitetum og fyrilestrum kring og uttan fyri skúlan. 30. august byrjar vanliga undirvísingin hjá teimum.
Komandi skúlaár verða 00 næmingar í Hoydølum, og so nógvir næmingar hava ongantíð áður verið í skúlanum.