Eldrarøkt
Fara suðuroyingar at byggja ellis- og røktarheim í Vági, fara teir at fáa eitt serliga lagaligt tilboð um fígging av einum slíkum heimi.
Samgongan hevur ásannað, at Suðuroy er í eini serstøðu og hevur tí lovað suðuroyingum serliga lagaliga fígging, fara teir undir at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Umframt at nøkta tørvin á eldrarøkt, hevði eitt slíkt heim eisini skapt nógv arbeiði og tað er ein orsøk til, at samgongan er sinnað at gera eina serliga fíggingarskipan fyri Suðuroynna.
Síðani hava suðuroyingar saknað, at landsstýrið setti nágreinilig tøl, á hvat tað hugsaði um, tá ið tosað varð um lagaliga fígging.
Men á býráðsfundi í Vági í fríggjakvøldið, hevði borgarstjórin eitt ítøkilig tilboð frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum við í skjáttuni.
Bárður Nielsen sigur, at landsstýrið er sinnað at standa við tilboðið um serliga lagaliga fígging til eitt ellis- og røktatrheim í Vági, hóast tað nú bara eru tær fýra kommunurnar í syðru helvt, Vágur, Sumba, Porkeri og Hov, sum eru við í ætlanini.
Um hinar so koma við seinni, fer so at vísa seg, men hurðin stendur opin, so tær kunnu koma uppí, vilja tær tað.
Í sambandi við ellis- og røktarheim í Vági, hevur landsstýrið sostatt bjóðað kommununum í Suðuroy at landið skal fíggja alla byggingina í byggitíðini.
Ikki fyrrenn heimið er liðugt og fer at skapa inntøku, skulu kommunurnar byrja at betala sín part av fíggingini til landið.
Í hesum sambandi hevur landið bjóða kommununum eitt rentufrítt lán, sum skal betalast aftur eftir 10 árum, frá tí at heimið stendur liðugt.
Samstundis skal grundstykkið og byggibúningin roknast upp í byggikostnaðin.
22 milliónir til kommunurnar
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, segði á býráðsfundinum í Vági fríggjakvøldið, at eitt heim til 32 búfólk kostar góðar 38 milliónir, kanska eitt sindur minni.
Av hesum betalir landið 500.000 fyri hørt búfólk, ella 16 milliónir tilsamans.
Eftir eru sostatt góðar 22 milliónir, sum kommunurnar í syðru helvt sjálvar skulu fíggja.
Borgarstjórin í Vági sigur, at eftir fólkatalinum í Vágs Kommunu, verður tað 14 milliónir, sum vágbingar skulu betala, sumbingar skulu fíggja 4 milliónir, Porkenningar skulu fíggja 3,5 milliónir og hovbingar 1,3 millión.
Fyri Vág merkir hetta, at kommunan skal betala 1,4 millión um árið, um so er, at onki verður sett av fyrrenn heimið er liðugt og tað er ætlandi í 2009.
Men byrjar kommunan at seta pening av beinanvegin, skal ein millión setast av um árið.
Hon legði afturat, at royndirnar av heiminum í Sundalagnum vísti, at tað kostaði nakað minni enn 1,2 millión fyri hvørt búfólk, sum heimið er mett at kosta. Heimið í Sundalagnum kostaði 1,1 millión fyri hvørt búfólk, og tá var alt púra liðugt, bæði uttan og innan.
Verður hetta prísurin, fer eitt heim í Vági at kosta góðar 35 milliónir og sostatt verður parturin hjá kommununum eisini nakað minni.