Fáa úr at gera eftir páskir

Tað verður eitt sjáldsama strævið vár hjá løgtingslimum

Løgtingið er nú farið í páskafrí og næsti tingfundur verður ikki aftur fyrrenn hósdagin 20. apríl eftir páskir.

 

Men tá verður eisini ein long røð at løgtingsfundum, tí Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, upplýsir, at tað liggja yvir 80 løgtingsmál og bíða eftir at fáa eina politiska viðgerð í Løgtinginum.

 

Samstundis er eisini greitt, at nøkur lógaruppskot afturat eru á veg í Løgtingið, og skulu viðgerast áðrenn summarfrítíðina, eitt nú stórmálið um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Øll løgtingsmál skulu viðgerast minst tvær ferðir, summi tríggjar ferðir og somuleiðis skulu tey øll eisini í eina nevnd at fáa viðger har.

 

Samstundis eru tíðarfreistir, sum siga, at tað skal ganga ein ávís tíð ímillum hvørja viðgerð, fyri at geva løgtingslimum stundir at seta seg inn í málini.

 

Tað merkir, at Løgtingið fær úr at gera, áðrenn farið verður í summarfrí. Í fjør fór Løgtingið í summarfrí síðst í apríl, men tað verður so av ongum í ár.

Í fyrrárið fingu tey ikki summarferiu fyrrenn síðst í mai.

 

Men tað er heldur ikki óvanligt, at Løgtingið, tá ið tey halda, at tey treingja til feriu, víkja frá tíðafreistum fyri at stytta um viðgerðartíðina. Sostatt hevur ikki verið óvanligt, at uppskot verða viðgjørd liðugt ein og sama dag.

 

Hendan mannagongdin hevur verið átalað ferð eftir ferð, tí nógv eru av teirri áskoðan, at tað er ikki til frama fyri fólkaræðið, at mál verða »skrumblað« ígjøgnum Løgtingið, sum tað onkuntíð hevur verður tikið til.

 

Annars gongur eitt tingár frá ólavsøku til ólavsøku, so tað er ikki nakað beinleiðis krav, at Løgtingið fer í summarfrí síðst í apríl, ella í mai og tað er eisini komið fyri, at Løgtingið er samankallað aftur at viðgera bráðmál, eftir at tað annars er farið í feriu.