Fáa pengar til Smyril so at hann ikki verður lagdur

Allir flokkarnir á Løgtingi eru fullsamdir um at lata Strandferðsluni eina bráðneyðuga játtan

Tað er nú greitt, at Løgtingið fer at játta Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur til Smyril, nú hann er í dokk.

Fær Strandferðslan ikki 3,5 milliónir krónur afturat, er vandi nevniliga fyri, at Smyril verður lagdur.

Smyril og Løgtingið hevur áður játtað 26 milliónir krónur til endamálið, men nú er greitt, at fer at kosta 29,5 milliónir.

Verða krøvini frá Klassanum ikki fylgd, kann Smyril verða lagdur krøvini eru gingin á møti og sostatt er bráðneyðugur tørvur á at útvega Strandferðsluni 3,5 milliónir krónur

Løgtingið er kallað saman í skundi í morgun at viðgera málið og tað vísir seg, at allir flokkar eru samdir um at játta pengarnar.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt spurningin nú á miðdegi og har eru allir flokkar umboðaðir..

Og teir eru samdir um at pengarnir skulu játtast, og fyri eini løtu síðani varð málið einmælt samtykt í Løgtinginum.

Og nú málið er endaliga samtykt, kann Strandferðslan skriva undir neyðugu sáttmálarnar beinanvegin, soleiðis at arbeiðið upp á Smyril kann fara ígongd alt fyri eitt.

Eftir ætlan kemur Smyril aftur í sigling 12. oktober. 

Les eisini: Væntar ólag á suðuroyarsiglingini í trý vikuskifti afturat