Norskir fiskimenn hava fingið nógv minni fyri tosk í ár enn í fjør, og útlitini eru ikki tey bestu, tí at nógvur saltfiskur til marknaðirnar í Suðurevropa liggur óseldur á goymslu, og goymslurnar veksa støðugt. Tað skrivar NRK.
Formaðurin hjá útróðrarmonnunum í Nordlandi ber ótta fyri, at fleiri av hansara limum fáa fíggjarligar trupulleikar næsta ár, tí teir fáa so lítið fyri toskin. Hann vísir á, at fyrr í vikuni varð minstaprísurin á toski ásettur til 13,50 krónur, og at tað er tvær krónur niðan fyri minstaprísin í januar.
Nógvir norskir útróðrarmenn hava sett seg í milliónaskuld fyri at keypa kvotur, men tann lági toskaprísurin ber ikki útreiðslurnar. Næsta ár hækkar toskakvotan 25 prosent, men útróðrarmenninir siga við NRK, at tað er so lítil uggi í tí, tá tað kanska verður uppaftur verri at sleppa av við fiskin næsta ár.