Tað er einki endamál at Almannaverkið herðir eftirlitið við um fólk fáa ov nógv goldið í almannahjálp. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon heldur nevniliga, at tey fara at fáa so lítið burtur úr einum slíkum herdum eftirliti, at tað stendur ikki mát við kostnaðin av einum slíkum eftirliti.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrið hevur spurt landsstýriskvinnuna um tað er eitt hugskot, at Almannaverkið fær møguleikan at kanna um fólk ið fáa almannaveitingar sum støk, ikki í roynd og veru liva í parlagi. Hann sipar til, at almannaveitingar til støk eru hægri enn veitingarnar til hjún, tí hjún hava nógvar felagsútreiðslur, sum støk skulu rinda einsamøll.
Eyðgunn samuelsen sigur, at tað hevur týdning fyri støddina á pensjónum um móttakarin er giftur, men pensjónistar, sum liva saman pappírsleyst, hava rætt til somu pensjónsupphæddir sum støk. Tí hevur Almannastovan ikki tørv á at kanna annað enn um móttakarin er giftur ella ikki
Men hon sigur, at tað eru kortini ein røð av øðrum almannaveitingum, sum eru ymiskar, alt eftir um móttakarin er giftur, ella ikki.
Tann, sum søkir um hesar almannaveitingar, skal upplýsa, hvussu hann býr og um hann er giftur, er í parlagi ella er stakur. Tey, sum barnaískoyti til stakar uppihaldarar ella familjuískoyti, og aðrar veitingar, skulu eina ferð um árið vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri at fáa veitingina.
– Almannaverkið kannar hjá Landsfólkayvirlitinum um tey, sum søkja um almannahjálp, eru støk, ella búgva saman við øðrum. Aannars hevur Almannaverkið ikki teir stóru møguleikarnar at kanna um upplýsingarnir eru rættir. Men fær Almannaverkið boð um óreglusemi, verður hetta kannað, og borgarin verður biðin um frágreiðing.
Eyðgunn Samielsen heldur, at annars er tað ringt at kanna um fólk í roynd og veru eru í parlagi ella búgva saman skrásetingunum í Landsfólkayvirlitinum.
– Slík eftirlit hava verið í Danmark men tey krevja nógva umsiting og eru kostnaðarmikil, umframt at tað kann verða ringt at prógva , at parlagsstøðan er ein onnur, enn tað umsøkjarin upplýsir. Og tað er Almannaverkið, sum skal prógva, at viðkomandi ikki lýkur treytirnar
Við verandi lógum og skipanum á almannaøkinum heldur landsstýriskvinnan at útreiðslurnar av at herða eftirlitið verða størri enn tað, sum fer at fáast burtur úr og tí sær hon einki endamál í tí.
Men verður pensjónsskipanin broytt soleiðis, at tað verður avgerðandi fyri støddina á pensjónini um pensjónisturin er í parlagi, er støðan ein onnur, og tá verður spurningurin tikin upp aftur, sigur Eyðgunn Samuelsen.