Upprunaliga var ætlanin, at skoytubreytin á Vaglinum í Tórshavn skuldi vera opin til síðst í hesum mánaðinum, men nú er avgerð tikin um, at skoytubreytin á Vaglinum er opin til leygardagin 3. februar, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Sama kvøldið er tiltakið Vetrarljós í býnum, upplýsir Tórshavnar kommuna. Eisini ber til hjá skúlum barnagørðum og stovnum at leiga breytina.