Fáa nú meiri sól á Tvøroyri

Í dag letur nýggj sólmiðstøð upp á Tvøroyri við teimum mest framkomnu sólunum, sum til eru

 

Vælvera


Teir suðuroyingar, sum vilja verða brúnir, fáa nú ein møguleika afturat. Tí í dag letur hin 21 ára gamla tvøragentan, Eyðbritt Tjaldrastein, sólmiðstøð í heimbýnum, í sama húsi, sum teldukaféin Delphi er í frammanundan.

Tað er í samstarvi við Consul Sól, sum eigur sólirnar, at Eyðbritt Tjaldrastein nú letur sólmiðstøð upp á Tvøroyri. Hon leigar sólirnar frá Consul sól, sum frammanundan hevur sólir í Havn, Fuglafirði og í Klaksvík.

Í nýggju sólmiðstøðini á Tvøroyri eru tríggjar sólir og hetta eru tær mest framkomnu sólirnar, sum til eru. Eigarin sigur, at tær hava nýggj rør, sum ikki hava lyndi til at brenna so illa sum summar aðrar, eldri sólir, men hinvegin brúnka tær meir.

Sólirnar hava eisini serligar køliskipanir og luftskifti, so at tað ikki kennist kvalandi heitt at liggja undir teimum.

Serliga tann eina sólin er sera framkomin, Har er undirlagi lagað til kroppin, Hon hevur eisini fløguspælara, so tilber at hoyra góðan tónleik ímeðan ein sólar sær. Tað ber tó ikki til at hava fløgur við, men fløgur lagdar í spælaran og tær verða so skiftar út av við regluligum millumbili. Hendan sólin sigur eisaini frá, hvat hendir, eitt nú, tá ið hon kølir, ella tá í lós tendrar o.s.fr.

Eitt snilt við hesi sólmiðstøðini er, at tað er óneyðugt at biðja um tíð. Støðin er ómannað, men eitt ljós sigur frá, um onkur av sólunum bundin, ella ikki. Tann, sum ætlar at sóla sær, skal koyra pening í og leggur seg tilrættis.

Tað kostar 20 krónur fyri seks minuttir undir teirri fínu sólini og 20 krónur fyri sjey minuttir undir hinum báðum.

Nýggja sólmiðstøðin á Tvøroyri er opin hvønn dag í vikuni frá kl. 7 á morgni til á midnátt.