Fáa nógvan pening um Sveinur vinnur

Ikki einans føroyingar kundu hugsað sær, at Sveinur Gaard Olsen verður vinnari í stóru X-Factor finaluni, sum verður hildin í Jyske Bank Boxen í Herning í kvøld. Hetta skrivar Ekstra Bladet í dag.

 

Veddingarfyritøkur og hyggjarar av stóru sangkappingini hava leingi havt 17 ára gamlu Idu sum favorit til at vinna X-Factor. Vinnur hon í kvøld, verður tað ikki bíligt fyri veddingafyritøkurnar.

 

- Sjálvandi kemur tað at kosta okkum nógv, um Ida vinnur finaluna í kvøld. Ida hevur verið stóri vinnarin seinastu vikurnar, og hóast oddsið er justerað, koma spølini framhaldandi. Mann kann tí ikki siga annað, enn at danir velja at stuðla henna við pengapunginum, sigur Per Marxen, sum er tíðindaleiðari hjá Unibet.

 

Veddingarfyritøkurnar vóna tí, at tað verður Sveinur, sum vinnur í kvøld.

 

- Tey, ið spæla hjá okkum, hava ikki sæð Svein sum vinnara. Hann hevur verið á odds 10. Tískil kunnu vit fáa heilt fitt av peningi, um føroyingurin vinnur í kvøld, sigur Rune Brandt frá NordicBet.

 

Á veddingarfyritøkuni Danske Spil bera tey ikki ótta fyri, at onkur ávísur vinnari fer at kosta teimum kassan.

 

- Tey flestu hava satsta upp á Idu sum vinnara, men líka mikið hvør vinnur, so fáa vit positiv tøl, sigur Jan Trier frá Danske Spil.