Fáa nú ein lækna afturat

Men ongi høli eru tøk í Runavík, so fyribils skal hann arbeiða á Strondum

Gongst sum ætlað, fáa tey nú ein kommunulækna afturat á Skálafjørðinum. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur biðið Løgtingið játta pening so at ein kommunulækni kann setast afturat á Skálafjørði. Og verður umsóknin gingin møti, kann Heilsutrygd beinanvegin søkja eftir læknanum.

 

Tað vakti annars ans, at tað kom fram, at læknin kundi ikki setast á Skálafjørðinum, tí at viðtalihøli í Runavík vóru ikki til taks. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, kallaði tað fyri beinleiðis “slutur” og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vildi hava Sirið Stenberg at greiða alment frá.

 

Sirið Stenberg vísir á, at í 2014 varð avtala gjørd við Kommunurnar á Skálafjørðinum um skipa tær í eitt heilsuøki við heilsudepli í Runavík. Og samstundis skuldu tær skipast í eitt læknadømi.

 

Frammanundan var økið skipað við eini heilsumiðstøð í Runavík og eini læknaviðtalu á Strondum. Borgarstjórarnir og landsstýrismaðurin samdust um at broyta hetta, so ístaðin fyri at hava fleiri viðtalur, skuldi alt virksemið skipast ein heilsudepil í økinum, og hann skuldi vera í Runavík, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon sigur, at hon hevur biðið Løgtingið um játtan, so at fjórði kommunulæknin kann setast á Skálafjørðinum. Men hon vísir eisini á, at tað eru kommunurnar, sum skulu útvega viðtaluhøli við innbúgvi, tólum og amboðum til kommunulæknan. Kommunurnar skulu eisini rinda fyri viðtaluhølini og fyri at reka og halda viðtaluhølini.

 

Tí hevur Heilsumálaráðið spurt Runavíkar kommunu um viðtaluhølir eru til tann fjórða kommunulæknan á heilsudeplinum í Runavíkar kommunu.

 

– Runavíkar kommuna hevur upplýst, at viðtaluhølir ikki eru tøk har í løtuni, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at tað verður neyðugt at byggja hølini út, so tey kunnu rúma einum kommunulækna afturat, og nýggja viðtaluhølið verður til  taks í seinasta lagi í 2020, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur.

 

Hon vísir eisini á, at í farnu viku varð semja gjørd við borgarstjóran í Runavík, borgarstjóran á Nesi og borgarstjóran á Strondum um, at fyribils skal tann fjórði kommunulæknin halda til í viðtaluhølunum á Strondum, og at heilsudepilin í Runavík verður bygdur út til at rúma fýra kommunulæknum.