Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at Hamranes og Breiðanes verða liggjandi við bryggju, um skipararnir ikki rinda í minsta lagi 735.000 krónur í veð.
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes vórðu í gjár tiknir av Brimli fyri at fiska í kassa T, sum er ein stongdur kassi vestan fyri Mykines. Um middagsleitið komu teir á Havnina.
Ofta verða slík mál loyst við eini bót, men av tí at skipararnir í hesum førinum nokta seg sekar, endar málið í rættinum.
Linda Margrethe Hesselberg sigur, at hetta verður so skjótt sum møguligt. Hon fer seinnapartin á fund við Vørn, sum er sermyndugleiki á økinum og síðani verður endalig støða tikin til, nær málið kemur fyri rættin.
Linda Margrethe Hesselberg sigur, at veiðan umborð á Hamranesi hevði eitt virði upp á slakar 40.000 krónur. Hon sigur eisini, at áðrenn skipini sleppa aftur til fiskiskap, mugu skipararnir antin taka við revsingini ella rinda veðhald fyri skipini.
Støddin á veðhaldinum á Breiðanesi er ásett til í minsta lagi 234.600 krónur, sum er metta minstavirðið á reiðskapinum umborð á skipinum. Fyri Hamranes má skiparin rinda í minsta lagi 304.930 krónur, sum er metta minstavirðið á reiðskapinum umborð umframt veiðuna í lastini.
Harumframt koma væntaðu bøturnar til skipararnar, sum ikki verður minni enn 100.000 krónur hvør.
- Hamranes og Breiðanes eru tiknir fyrr, men í løtuni er mær ikki greitt, um hesir skipararnir eru tiknir fyrr. Revsingin fyri at fiska í stongdum kassa við slíkum trolara er í minsta lagi 100.000 krónur, men um skiparin er tikin fyrr, verða 50 prosent løgd omaná. Er skiparin tikin fleiri ferðir, má rætturin taka støðu til, hvussu nógv hægri bótin skal vera, sigur hon.
Hon sigur, at tað er upp til Fiskimálaráðið at gera av, um Hamranes og Breiðanes skulu missa fiskiloyvið. Tað er ein umsitingarlig avgerð, sigur hon.