Fáa lítlan prís, men stórar nøgdir

- Upsaprísurin liggur um góðar 3 kr. fyri kilo. Hetta er ikki nógv, men nøgdirnar, sum skipini fáa, eru stórar, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari

Fiskivinna

Saltangará: Tað er ikki prísunum, teir "liva" av, men nøgdunum.
Mikudagin landaðu Jaspis og Ametyst 240.000 pund til Fiskavirking í Saltangará. Teir høvdu bert verið úti í fýra dagar, og nú skipini komu inn, vóru tey full undir lúkurnar.
Mánadagin landaðu eisini Safir og Vesturtúgvan í Saltangará. Teir høvdu eisini fisk undir lúkurnar, eini 200.000 pund tilsamans.

Landa beinleiðis

Jason Johannesen sigur, at flestu skipini, sum fiska upsa, landa beinleiðis til virkini.
Spurdur, hví skipini ikki selja um Fiskamarknaðin, sigur hann.
- Prísurin á upsa er rættiliga lágur í løtuni, og tí er hugsandi, at
skipini halda seg missa ov stóran part av kiloprísinum í søluútreiðslum.
Jason vísir á, at í vikuni seldi Fiskamarknaðurin nakað av upsa,
og honum kunnugt var prísurin lítið omanfyri 2 kr. fyri kilo.
- Tað er so umleið ein króna minni, enn tey fáa beinleiðis frá virkjunum, leggur hann aftrat
Virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará ásannar, at tað er ikki prísinum, partrolararnir "liva" av í løtuni, men nøgdunum, sum eru rættiliga stórar.
- Skipini fáa so nógvan fisk, at nakað fæst burtur úr, tá ið saman um kemur. Høvdu tey fingið eina krónu meira fyri kilo, høvdu skipini gjørt tað gott, sigur hann.

Upsin frægari

Jason sigur, at upsin framvegis er smáur, men støddin hevur verið frægari í heyst enn í summar.
- Í síðstu viku fingu vit hampiliga góðan upsa, men hesa vikuna er fiskurin aftur smærri.
Spurdur, hvønn veg prísurin ber, sigur Jason Johannesen at enda:
- Tað er ógjørligt at siga í løtuni, tí marknaðurin er so vánaligur, og vit duga ikki at síggja, at útlit fyri betri marknaði eru beint hinumegin sýnuna.