Fáa kanska gjald út Als longri enn ætlanin var

Illa umstrídda korona-skipanin hjá Als heldur kanska fram, hóast stýrið fyri Als mælir staðiliga frá

Nú er greitt, at umstrídda korona-skipanin hjá Als kortini fer at halda fram eftir 30. juni. Annars skuldi hon halda upp at 30 juni, men nú hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann biðjur Løgtingið samtykkja, at korona-skipanin hjá Als kann halda fram.

Annars hevur ósemja verið í samgonguni um hetta. Sjálvur hevur landsstýrismaðurin tvíhildið um at hon skal úr gildið 30. juni, sum ætlað.

Hann vísir á, at tey, sum eru í korona-skipanini, eru knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara og hann heldur, at tað er skeivt at tey skulu vera stavnsbundin til ein arbeiðsgevara, sum einki arbeiði hevur til tey.

Les meiri her: Hjálparpakkin hevur tænt fyri seg

Hinvegin hevur Christian Andreasen tvíhildið um, at eru tað framvegis nógv fólk í skipanini 30. juni, skal hon halda fram, tí tað er ábyrgdarleyst at gera 2.000 fólk arbeiðsleys.

https://www.in.fo/news-detail/news/skipanin-skal-leingjast-um-1500-folk-eru-i-henni/?no_cache=1Les meiri her: Skipanin skal halda fram um 1500 fólk eru í henni

Men nú er uppskot so lagt fyri Løgtingið um, at skipanin kann halda fram, fyribils til 31. august.

Serliga kann talan vera um et leingja skipanina, um tað vísir seg, at framvegis eru nógv fólk í skipanini síðst í juni, sigur helgi Abrahamsen.

Tá ið flest fólk vóru í skipanini, vóru meiri enn 4.300 fólk í henni, men síðani er talið alsamt minkað og í gjár var tað komið niður á 1.799 fólk.

– Fyrimunurin við at leingja skipanina er, at arbeiðsgevarar kunnu hava starvsfólk í starvi í niðursettari tíð og bara rinda løn fyri tað ímeðan ALS rindar løn fyri tíðina, starvsfólkið ikki er til arbeiðis.

– Vansin við at leingja lønarískoytisskipanina er júst treytin um, at starvsfólkið er knýtt at einum ávísum arbeiðsgevara og stýrið fyri Als mælir staðiliga frá, at skipanin verður longd.

– Sambært ALS-stýrinum forðar hendan skipanin fyri, at vit fáa ein smidligan arbeiðsmarknað, tí tað tykist sum um at tað er eitt veksandi tal á arbeiðsgevarum, sum ikki fáa fatur á arbeiðsmegini, teimum tørvar tí at korona-skipanin bindur starvsfólk til ein annan arbeiðsgevara, hóast hesin ikki hevur arbeiði til tey.