Fáa ikki sent frá tingfundinum

Kringvarpið hevur tøkniligar trupulleikar


– Vegna tøkniligar trupulleikar í KvF, fáa vit ikki sent frá Tingfundinum. Fyribils bíði eg við at seta fundin til støðan er loyst, skrivaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, á sínum Facebook vanga fyri lítlari løtu síðani.

Sostatt er tingfundurin, sum skuldi byrja klokkan 10, útsettur.

Á skránni eru umrøða av frágreiðing løgmans á ólavsøku 2019, og framløga.