Fáa ikki nokk tímar

Skúlastjórar kring landið ynskja fleiri tímar til sernámsfrøðiliga undirvísing

Tørvur er á fleiri tímum til sernámsfrøðiligu undirvísing í fólkaskúlanum, tí sum nú er, so fáa næmingar ikki í nóg stóran mun tann stuðul, ið tey hava brúk fyri. Tað er niðurstøðan eftir, at Vikuskiftis-Sosialurin í vikuni ringdi til allar skúlastjórar í landinum, ið hava fleiri enn tíggju næmingar, fyri at spyrja, um skúlarnir fáa teir tímarnar til sernámsfrøðiliga undirvísing, ið tey hava tørv á.


Av teimum 37 skúlastjórunum og fyrstilærarunum í Føroyum, eydnaðist tað at fáa hendur á 27 teirra. Fimm skúlastjórar svaraðu, at tey fáa nokk tímar. Fimm skúlastjórar svaraðu, at teir fáa nokk, men kundu ynskt sær meira. Fimtan skúlastjórar svaraðu, at teir ikki fingu nokk, meðan tveir svaraðu, at teir fáa ikki nokk, men meta at økið skuldi skipast á annan hátt.


Í Vikuskiftis-Sosialinum ber til at lesa meira um kanningina og svarini frá skúlastjórunum, ið er liður í nýggju kampanjuni hjá blaðnum, ið varpar ljós á tey okkara ímillum, ið samfelagið ikki megnar at lofta. Hesaferð seta vit sjóneyka á børn við autismu. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring alt landið.