Fáa ikki gjørt nakað

Í Sumba harmast tey støðuna, sum er íkomin, nú samstarvið millum VB og Sumba aftur fór fyri skeyti. Men sum tikið verður til, so er ikki stórvegis, sum Sumba fær gjørt við hetta.
- Hatta er so teirra støða, og tað mugu vit bara taka til eftirtekar. Men tað er eingin loyna, at hetta harmar okkum almikið, sigur Torri Thomsen.
Og hann skoytir uppí, at hann er sannførdur um, at tað nú verður enn tyngri at reka feløgini.
- Grundarlagið hjá bæði okkum og VB er nóg tunt, sum er. Og tí ivist eg ikki í, at tað verður enn tyngri at reka feløgini, nú vit standa hvør sær.
- Eg vil á ongan hátt siga, at nakar hevur gjørt hetta illviljað. Vónandi er tað so, at fólk atkvøða eftir egnari sannføring. Men eg eri bangin fyri, at hesi í ov lítlan mun eru greið um fylgjurnar, sum nýggja støðan ber við sær.
- Men sum sagt, so mugu vit bara arbeiða út frá hesum. Og eg vil eisini ynskja VB alt tað besta í framtíðini, staðfestir Torri.
Og hvussu verður við Sumba.
- Vit ætla sjálvandi at royna okkara, sjálvt um tað ikki verður lætt. Tað verða tað so teir íðkandi limirnir, sum koma at avgera. Vit onnur fáa so ikki spælt dystirnar, ljóðar tað hálvgum skemtandi at enda.