Fáa ikki gjørt meir fyri at fáa enda á verkfallinum

? Útlitini fyri at fáa ein enda á verkfallinum eru vánalig, heldur arbeiðsgevarafelagið

Verkfallið

? Vit kunnu ikki gera meiri fyri at fáa eina enda á verkfallinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað kann ikki gera nógv við inniligu áheitanina frá Løgmanni í Sosialinum leygardagin.
Løgmaður heitti í blaðnum staðiliga á partarnar um at vísa samfelagssinni og at fara til samráðingar aftur beinanvegin, tí hetta tolir samfelagið ikki.
?Hetta var ein áheitan frá sjálvum løgmanni og hana tóku arbeiðsgevararnir í fullum álvara, sigur Jan Mortensen, hjá arbeiðsgevarafelagnum.
Tí kallaðu arbeiðsgevararnir til fundfar beinanvegin at viðgera støðuna.
Men úrslitið er tað sama.
Arbeiðsgevararnir hava longu svarað Løgmanni, at teir halda ikki, at teir fáa gjørt meiri fyri at loysa knútin.
? Vit halda, at vit hava víst ábyrgd og samfelagssinni. Vit hava longu slakað væl meira enn upprunaliga ætlað og vit tók undir við báðum semingsuppskotunum, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar, sigur Jan Mortensen.
? At vísa samfelagssinni er ikki bara at loysa ein knút beint nú. Vit skulu eisini liva í hesum samfelagnum í nøkur ár afturat og tað mugu vit eisini hugsa um og amfelagið ber ikki eina stóra lønarhækking nú, leggur hann afturat.
Jan Mortensen sigur, at tvørtur ímóti heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag avgjørt, at tað hevði verið samfelagsliga ábyrgdarleyst at slaka meira í lønarsamráðingunum.
? Ótálmaður lønarvøkstur hóttir arbeiðspláss og skaðar kappingarførið hjá útflutningsvinnuni, sum er búskaparliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum.
Hann sigur, at tí vera tað ikki arbeiðsgevararnir, sum fara at kalla saman aftur til samráðingar.
? Vit hava góðtikið tvey semingsuppskot. Tað hava arbeiðarafeløgin ikki og tí eiga tey næsta leikin. Og hava tey nakað at tosa við okkum um, frætta vit ivaleyst frá teimum, sigur Jan Mortensen.

Stongdu fyri at mótmæla
Arbeiðsgevarafelagið harmast annars um, at verfallið eisini rakar onnur enn fyritøkur og arbeiðsfólk, sum eru í verkfalli.
Og Jan Mortensen finst enn einaferð at blokadunum, sum arbeiðarafeløgini hava sett í verk og um hann enn einaferð kallar bæði ólógligar og ómoralskar.
? Fyri at mótmæla hesum, varð mikudagin gjørt av stongja oljugoymslur og heilsølur
? Men nú útlitini fyri semju eru so vánalig, fer arbeiðsgevarafelagið kortini at gera sítt til at linna tað kroystu støðuna, sum Føroya fólk er komið í av verkfallinum.
Hann sigur, at tí varð gjørt av, at heilsølur og oljusølur, sum hava verið stongdar síðan mikudagin, skuldu lata uppaftur í gjáramorgunin.
? Hetta gera vit fyri at gera okkara til at fáa fólki vørur aftur. Fara arbeiðarafeløgini so aftur at blokera, mugu tey so eisini taka skyldina á seg fyri tær vørur, sum fólk mangla, sigur Jan Mortensen.
Hvussu bar tað til, at tit lótu uppafturm, er tað nakar, ið hevur kroyst tykkum til tað?
?Nei, men nøkur av ringt til okkara ísambandi við, at avleiðingin av hesum hevði verið, at Smyril varð lagdur, sigur Jan Mortensen.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá arbeiðarafeløgunum áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.